Jan givin sum altjóða dómari

– Eg havi ikki fingið møguleikan at menna meg sum altjóða dómari, tí europeiska flogbóltssambandið, CEV, bara hevur givið mær fáar og »vánaligar« dystir at døma. Tí havi eg nú tikið avgerð um at gevast sum altjóða dómari, sigur Jan Hentze, sum síðani 2005 hevur dømt 79 altjóða dystir, men í fjør bara tvær ferðir fekk dystarboð

Hóast Jan Hentze enn bara er 48 ára gamal og tí saktans kundi dømt altjóða dystir í sjey ár aftrat, tí hann ikki vildið fallið fyri aldursmarkinum, fyrr enn hann varð 55 ár, hevur hann valt at lagt floytuna frá sær í altjóða høpi. Her heima heldur hann tó fram hetta kappingarárið út, men hevur síðani hug at taka ein steðg frá dømingini.
– Eg havi meira kent tað sum eina skyldu hjá mær at verið dómari, tí eg havi havt nøkur fólk, sum hava stuðlað mær so væl. Bæði familjan, men eisini Flogbóltssambandið, hevur bakkað meg øgiliga væl upp allan vegin, og tí havi eg onkursvegna kent tað sum eina skyldu at hanga í, sigur hann.
– Nú eg gevist, eri eg ikki keddur ella nakað sovorðið, tí eg havi havt nøkur ótrúlig ár við nøkrum stórum upplivingum, sum hava givið mær nógv. Eg harmist bara um, at hetta hendir júst nú, tí eg havi eitt gott starv, sum er sera væl egnað til hetta, tí eg havi frí aðruhvørja viku. Tað skuldi ligið væl fyri, men dystirnir eru bara ikki har, uttan at nøkur frágreiðing fæst um tað, og so gerst einki við tað.
Jan vísir á, at skalt tú gera teg galdandi sum dómari í altjóða høpi, er bara ein máti at halda tingini við líka og at vera nóg væl fyri, og tað er við at døma. Hann sigur tó, at tað sjálvandi altíð er gott at vera kropsliga væl fyri, so sum at renna ein túr, men at tað bara einki ger við sjálva dømingina.
– Fyrstu árini var tað ótrúliga stuttligt og spennandi, og eg fekk bæði nógvar uppgávur og góðar dystir. Tað eina árið dømdi eg fjórðingsfinalur í CEV Cup-kappingini, og toppurin var í 2008, tá eg dømd tilsamans níggju altjóða dystir. Tá hevði eg eisini eina kenslu av, at eg var væl við og megnaði at halda eitt ávíst støði, sigur Jan, ið spakuliga hevur merkt, at eftirspurningurin bara er dalaður.
– Um vit taka hesi síðstu trý árini, so havi eg tilsamans bara dømt ellivu dystir, og í fjør enntá bara tveir. Tað byrjaði spakuliga at broytast í 2010, men serliga hesi síðstu trý árini hevur tað verið lítið áhugavert, tí um eg skal føla meg at vera nóg væl fyri, skulu tað helst verða einir sjey ella átta dystir um árið, so tú alla tíðina ert í tí.

Fekk einki svar
At talan ikki bara hevur verið um færri dystir, men eisini minni áhugaverdar dystir, sum eitt nú teir innleiðandi í lægstu europeisku kappingini, hevur gjørt sítt til, at Jan Hentze ikki hevur hildið talan vera um nøktandi avbjóðing, soleiðis sum tingini eru blivin.
– Hondina á hjartað, so haldi eg, at eg havi betur uppiborið, tí við 79 altjóða dystum havi eg vunnið mær nakrar royndir, ið áttu at givið alsamt størri og áhugaverdari dystir at dømt. Eg veit væl, at liðini í innleiðandi umfarinum í Challenge Cup taka tað í líka stórum álvara sum tey bestu, men tað er bara ikki so áhugavert, tá tað ikki verður til annað og meira enn tað, sigur Jan.
Fyri góðum tveimum vikum síðani gjørdi hann av at senda forsetanum í CEV, André Meyer, formanninum í dómaranevndini, Jan Rek, og einum í menningardeildini, Stewart Dunne, eitt bræv, har hann greiddi frá støðuni og ikki legði fingrarnar ímillum, samstundis sum hann gjørdi teimum greitt, at hann ikki fekk hildið fram sum dómari, soleiðis sum støðan var.
– Nú hava tey í CEV ongantíð verið serliga røsk at svara brøvum ella telduposti frá dómarum, og í øllum førum ikki okkum úr Føroyum, og eg fekk heldur einki ordiligt svar frá teimum hesaferð. Ikki fyrr enn eg á dómaraportalinum hjá CEV skrivaði, at eg ikki var tøkur longur, fekk eg eitt turt svar frá Stewart Dunne um, at í kjalarvørrinum á fyrra brævi mínum var eg longu strikaður sum dómari og tí ikki hevði fyri neyðini at siga frá, um eg var tøkur ella ikki. Frágreiðing havi eg onga fingið og tað fái eg neyvan nú heldur, sigur Jan, ið vildi ynskt, at CEV dugdi betur at fara við fólki og virdi teimum eitt svar.

Munur er á…
Av tí sama kann Jan Hentze bara gita sær til, hví hann fekk færri og færri dystir, og tað nærmasta, hann er komin eini frágreiðing, var ein tilvildarlig viðmerking frá formanninum í dómaranevndini, Jan Rek, um kostnaðin av at fáa ein dómara heilt úr Føroyum, tí hann altíð skuldi ferðast til Danmarkar fyrst, áðrenn hann kundi fara víðari.
– Hetta sá hann sum eina forðing hjá fleiri av feløgunum, tí tað jú altíð er heimaliðið í dystunum, ið ber útreiðslurnar av dómaranum. So máttu teir bara havt hugt at mínum royndum og givið mær fleiri Champions League-dystir, tí har eru so í øllum førum fleiri pengar, er ironiska viðmerkingin frá Jan, ið ikki beinleiðis heldur, at hetta hevur nakað við tað at gera, at hann kemur úr einari av smátjóðunum í flogbóltsfamiljuni.
– Smátjóðirnar eru ikki endiliga fyri mismuni, tí ein úr Andorra dømir Champions League, hóast hann ikki er nakar dómaraúrmælingur, men tó hevur royndir frá sponsku kappingini. So er eisini ein úr Liechtenstein, men hann hevur kanska tann fyrimun, at hann er giftur við einum av varaforsetunum í CEV…
Hinvegin er tað neyvan lættari at sleppa framat, tá tú kemur úr smátjóðunum, tí Jan nevnir eisini eitt dømi um ein týskara, hann dømdi saman við fyri tveimum árum síðani, og sum tá bara var kandidatur, men longu í fjør bleiv altjóða dómari og beinanvegin slapp at døma í Champions League.
– Eg veit væl, at hann kemur úr Týsklandi og dagliga dømir í eini professionellari deild, har hann oftari hevur harðar dystir, men tað er bara einki stuttligt, tá tú ikki sjálvur fært hesar avbjóðingarnar og veruliga sleppur at royna teg, sigur hann.
– Men samstundis ásanni eg, at eg ikki sjálvur haldi, at eg fái hildið støðið, tá dystirnir eru so fáir, og tí havi eg tikið avgerðina um at gevast. Eg havi verið so leingi í hesum, at tá eingin møguleiki er eftir til at mennast, er heldur einki at vera eftir til. Hetta hava verið nøkur góð ár, men nú er liðugt.