Jan Elmar Sørensen verður venjari hjá rennaurunum hjá Frælsinum. Felagið fer nú undir fastar venjingar og tað verður royndi rennarin, ið verður venjari.
- Jan Elmar fer at gera eina venjingarskrá at fylgja 3 dagar um vikuna. Hvønn hósdag verður Jan Elmar við og kemur at geva góð ráð um tempo, teknik og annað, sum fer at hjálpa bæði óroyndum sum royndum rennarum at koma gott í gongd, eins og at fyribyrgja skaðar sum ofta koma av at ikki verður runnið rætt, skrivar Frælsi í tíðindaskrivi.
Seinni verður møguligt at taka eina test á rennibandi, sum vísir á hvørjum stigi einstaki rennarin er á. Somuleiðis verður møguleiki at fáa vegleiðing í hvussu tú kann betra teg sum rennara. Testin vísir somuleiðis hvussu skjótt ein kann renna, fyri at gjøgnumføra eitt nú ein tein á tíggju kilometrum ella eitt hálv maraton.
Byrjað verður í Miðvági við MB-húsið 20. apríl klokkan 17.30.