Jan Christiansen og Bjarni Djurholm: Ølið smakkar væl!

Millum innbodnu gestirnar á Restorff Bryggjarí fyrrapartin í gjár, vóru Bjarni Djurholm, landstýrismaður í Vinnumálum og Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Teir báðir vóru samdir um, at nýggja Pilsnar ølið hjá Restorff var av besta slagi


Ølsmakking

? Jú, nýggja ølið smakkar væl, sigur Bjarni Djurholm. Bjarni Djurholm hevur seinastu dagarnar verið settur í samband við uppskot, sum liggur úti í fíggjarmálastýrinum, um at lækka avgjaldið á øli og víni.
? Hetta er eitt tilmæli sum rúsdrekkasølan av fyrstan tíð er komin við, sum síðani hevur verið til eina eftirmeting hjá Rúsdrekka og Narkotikaráðnum, greiðir Bjarni Djurholm frá. ? Endamálið er at samlaða alkoholnýtlan skal ikki vaksa, men at fólk skulu fara yvir at drekka veikari sløg. Talan er um at taka broddin av tí sterku alkoholnýtsluni í Føroyum, har Føroyar liggja væl omanfyri onnur lond í tølum. Tað er at fyritrekkja, kanska serliga frá einum heilsusligum sjónarmiði, at fólk fara at drekka tey veikaru sløgini av brennivíni, men sjálvandi við tí fyri eyga, at samlaða alkoholnýtlan ikki økist.
Alkoholnýtslan í Føroyum hevur staðið mestsum í stað í 10 ár, og nú er tíðin so komin at endurskoða hetta, og soleiðis skila avgjaldið eftir nýtsluni.
Spurdur um vit møguliga fara at síggja øl og vín, og kanska enntá sterkari rúsdrekka í handlunum í Føroyum, sigur Bjarni Djurholm, at tað verður ikki í næstu framtíð.

Restorff og borgarstjórin grannar

Eisini borgarstjóranum Jan Christiansen dámdi væl nýggja Pilsnar ølið.
? Nú havi eg ongantíð drukkið øl klokkan níggju ein týsmorgun fyrr, men eg má siga, at hetta gangaðist mær merkiliga væl, sigur ein flennandi Jan Christiansen.
? So tað er bara at ynskja, at sølan fer at ganga væl, og eg eri glaður og stoltur yvir, at kunna lýsa fyri Restorff. Bryggaríið hevur verið mín nærmasti granni í 25 ár, og eg havi brúkt manga summarfrítíð, páskafrítíð og nógvar dagar eftir skúlatíð, til at arbeiða á bryggjarínum.
Jan Christiansen sigur, at hann persónliga hevur altíð hildið seg til Restorffs øl, og vónar hann, at ølið fer at vera so væl umtókt, at føroyingar sleppa frá, at innflyta danskt øl. Eisini sigur hann, at tað kann vera gott við einum eigaraskifti sum hesum, tí soleiðis fær bryggjaríið nýggja orku og marknaðarføring, sum ofta er góð fyri eina slíka fyritøku.
? Nú eri eg ikki nakar ølkennari, men hetta ølið stendur so heilt vist ikki aftanfyri annað øl, sigur Jan Christiansen at enda.