Jan Allan Müller: Vit hava ta størstu nýggjaheitina í ár

Vit hittu gomlu føroysku fótbóltslegenduna Jan Allan Müller á Atlantic Fish Fair í Klaksvík, har hann saman við stjóra sínum umboðar fyritøkuna. 

 

 

-Vit hava gjørt eitt nýtt slag av stýrisystemi til at stýra trol við, sigur Jan Allan Müller.

 

 

Tað merkir, at skiparin sjálvur frá brúnni av fær stýrt trollemminum frá einum telduskíggja. Tað er betur tryggleiki á skipinum, tá møguligt er at stýra trolinum. Tað hevur verið roynt umborð á Fagraberg í tríggjar mánaðir, og skal umborð aftur har hósdagin, greiðir hann frá.

 

 

Báðir eru teir sannførdir um, at vit teirra fyritøkar hevur ta størstu nýggjheitina á Atlantic Fish Fair í ár.