Jamen, Lars dog - hvad synes du?

Summarmáladag skuldi nýggja uppskotið til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya, sum umboð fyri allar flokkar hava lagt fram, fyri fyrstu ferð viðgerast í víðkaðari rættarnevnd

Men fundurin varð útsettur, og nú kemur samgonguleiðarin og løgmaður út við tíðindaskrivi og leggur seg beinleiðis út í arbeiðið hjá parlamentinum. Áðrenn rættarnevndin hevur so mikið sum havt fyrsta fundin um málið.

Um Sambandsflokkurin ikki hevur meint áralanga arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini í álvara, so kundi flokkurin havt gjørt slætt borð, áðrenn uppskotið varð lagt fram. Um Sambandsflokkurin er ímóti §1, sum staðfestir, at “Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og alt vald í landinum er hjá Føroya Fólki“, so hevur flokkurin havt ríkiligt høvi til at siga tað bart út. Tað ger løgmaður ikki í tíðindaskrivinum, har hann hinvegin slær fast, at hann nú fer til Danmarkar at spyrja, hvørt danski forsætismálaráðharrin heldur, at uppskotið til nýggja sjórnarskipanarlóg fyri Føroyar er í stríð við heimastýrislógina og yvirtøkulógina.

Løgmaður, sum ber elligamla heitið hjá formanni fyri føroyskt lógsmíðandi ting, vil spyrja danska stjórnarleiðaran, um hesin heldur, at vit í Føroyum skulu hava eina grundlóg, sum staðfestir okkara rættindi sum land og tjóð.

Í uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya er tað Føroya fólk, sum skal spyrjast. Tað er fólkið, ið skal sleppa at gera av, hvørt vit skulu hava eina stjórnarskipanarlóg sum staðfestir, at evsti myndugleikin at ráða okkum, liggur hjá tí fólki, sum í hesum landi býr – eisini tá og so leingi vit nú einaferð samstarva við onnur lond.

Men Kaj Leo Holm Johannesen vil heldur spyrja Lars Løkke Rasmussen um føroyska lóggávutingið kann samtykkja slíka lóg. Áðrenn løgmaður sjálvur er førur fyri at taka støðu. Og áðrenn Føroya fólk sleppur at taka støðu.

Johannesen kundi í sama viðfangi spurt Løkke Rasmussen um hann ikki kann sleppa at skifta heiti og kalla seg amtsforvalter, ið er munandi meira sameiniligt við hugburð hansara.