Av teimum seks í bólkinum er ein føroyingur. Tað er Sonny Poulsen, sum er ættaður úr Nólsoy, men hevur búð í Danmark tey seinastu nógvu árini. Sonny búði í Føroyum miðskeiðis í áttatiárunum. Her heima er hann best kendur sum ein av manningini í bólkinum “Springs”, sum var nógv frammi miðskeiðis og seinast í 80’unum. Springs gav fløgu út í 1989 og kend eru t.d. Løgini Lotið og Bøllefrø. Í Springs leiktu Sonny Poulsen, Martin Zachariassen, Dagfinn Olsen, Ólavur Dam Jacobsen og Johan Dalsgaard (í Kollafirði).
Í fjør gav Jambalaya út fløguna “Jambalaya and Friends”, henda fløgan fekk sera góða móttøku. Fløgan er savn av nýggjum og gomlum countrytónleiki við ymiskum countrysangarum sum solistum, donskum sum útlendskum.
Jambalaya Band spælir nógv á teimum stóru countryfestivalunum í Danmark, og í útlondum, bæði sum egið orkestur, og sum orkestur fyri útlendskar countrysangarar, her kunnu vit millum annað nevna Billy Yates, sum framførdi á Country- & Bluesfestivalinum í fjør, og okkara egna Hall Joensen, sum hevur samstarv við Jambalaya Band, tá hann framførir uttanfyri landoddarnar.
Jambalaya Band eru á veg til Føroya og fara á pall í Sørvági á Country og Bluesfestivalinum fríggjakvøldið.