Føroyski U21 landsliðsspælarin, Jákup Thomsen fekk 86 minuttir á vøllinum, tá U19 liðið hjá FC Midtjylland vann 2-0 ímóti pólska liðnum Legia Warszawa í UEFA Youth League. Tað var sera týðandi, at FC Midtjylland helt málið reint, og fekk seinna málið ímóti dystarenda.
Mads Olsen legði FC Midtjylland á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat bleiv Mads Thychosen feldur í brotsteiginum hjá Legia, og FC Midtjylland fekk møguleikan at økja til 2-0 við einum brotssparki. Gloire Rutinga var tryggur, tá brotssparkið skuldi skjótast og tryggjaði FC Midtjylland ein 2-0 sigur ímóti dystarenda.
Jákup Thomsen, sum sæst á myndini skal saman við liðfeløgunum spæla returdyst í Póllandi týskvøldið 24. november.










