Rættiliga nógv bendir á, at Jákup Mikkelsen verður nýggjur málmansvenjari hjá A-landsliðnum, har Mogens Krogh hevur takkað fyri seg, nú hann hevur tikið við sum høvuðsvenjari hjá Nordvest FC í triðbestu donsku deildini.
Norðlýsið skrivar, at A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sjálvur hevur peikað á Jákup Mikkelsen sum ein avloysara fyri Mogens Krogh, og hesi tíðindi váttar Jákup eisini sjálvur:
– Lars Olsen hevur tosað við meg og ynskt at fingið meg sum málmansvenjara hjá A-landsliðnum. Eg havi eisini sagt, at eg havi áhuga og í løtuni eru samráðingar, sigur Jákup Mikkelsen við blaðið.
Við sínum 73 landsdystum er Jákup triðroyndasti landsliðsspælarin hjá Føroyum yvirhøvur, og hóast hann er 43 ára gamal, er hann framvegis millum frægastu málmenn í bestu deildini í føroysku kappingini.
Síðani 1988 hevur hann spælt 411 landskappingardystir í bestu deildini fyri KÍ, B36 og ÍF, umframt at hann hevur spælt við Herfølge í bestu donsku deildini, har hann eisini bleiv danskur meistari. Eisini hevur hann spælt við Partick Thistle í Skotlandi og Molde í Norra.