Jákup Símun toppskorari í Hoyvík

Jákup Símun Simonsen, sum er formaður í kirkjuráðnum í Hoyvíkar Kirkju, var fyrstvaldur á kirkjuráðsvalinum í dag. Hann fekk 92 aktøvður.

 

Saman við honum vóru seks onnur afturvald í ráðið saman við tveimum nýggjum.
Tey níggju, sum manna nýggja kirkjuráðið í Hoyvíkar kirkju eru hesi:

1. Jákup Símun Simonsen 92

2. Bente Kjær 71

3. Tórður Mikkelsen 70

4. Uni Danielsen 57

5. Petur Even Djurhuus 57

6. Osvald Joensen 37

7. Elspa Samuelsen 32 nývald

8. Malan Rasmussen 29

9. Marjun Weihe Thomasen 23 nývald

 

Lutakast var um, hvør skuldi vera fyrsti varalimur, tí at tað stóð á jøvnum millum nummar 10 og nummar 11 á listanum. Úrslitið var, at Kristin Magnussen er fyrsti varalimur.

10. Katrina Maria Johannesen 15

11. Kristin Marjun Magnussen 15

12. Hanus Højgaard 14

 

2.267 fólk høvdu valrætt í kirkjusóknini í Hoyvík. Av teimum vóru 515 fólk vóru á vali, tað eru 22,7 prosent.