Jakob Jónsson aftur í Kyndli

Ársins leikari og ? áleypari fer komandi vetur at spæla við Kyndli, sum eisini var fyrsta føroyska felag hansara

Hondbóltur

Fyrr í vikuni boðaði Kyndil frá, at komandi vetur fer ársins leikari í føroyskum hondbólti, Jakob Jónsson, aftur at spæla við Kyndli, har hann eisini verður leikandi venjari.
Hetta er júst sami leikluturin, sum Jakob hevði, tá hann av fyrstan tíð kom til Kyndil. Hetta var kappingarárið, 1998/99, og gjørdist hann somuleiðis ársins leikari tað árið. Eftir tvey ár í grøna búnanum gjørdi Jakob fyri tveimum árum síðani av at skifta til grannarnar úr Neistanum, har hann í fjør var við til at vinna tvey silvurmerki.
Tað var annars nakað av gramli at hoyra um, at royndi íslendingurin ætlaði sær at gevast við fyrstudeildarhondbólti eftir seinasta kappingarár, men nú hevur hann so gjørt av at taka eitt tørn afturat.