Tað var orsakað av einum irriterandi jakka, at tríára gamli Holger Kragh fyrrapartin í gjár stakk av frá mammu síni í Tranum Klitplantage við Brovst. Tað sigur hundaførari, Henrik Jensen, frá Nordjyllands Politi við danskar miðlar, millum annað DR.
Drongurin bleiv við at lata seg úr jakkanum, og tí valdi mamman at enda at lata dreingin í jakkan umvent, so snarlásið var á rygginum.
Hetta gjørdi Holger so illan, at hann rýmdi ? og so varð ein størri leiting sett í verk, og ikki fyrr enn fyrrapartin í morgun varð drongurin funnin aftur.
Tað var ein reiðmaður, sum heilt tilvildarliga koma fram á dreingin, og hann var beinanvegin greiður yvir, at talan var um horvna Holger Kragh.
Fráboðanin kom frá einum manni, sum var farin í plantaguna á hestbaki at leita eftir dreinginum. Hann fekk eyga á ein reyðhærdan drong millum trøini og var ikki í iva um, at talan var um Holger, sigur Henrik Jensen.
Holger Kragh varð funnin ? famvegis við jakkanum ovugtum ? knappar tríggjar kilometrar frá staðnum, har hann hvarv.
Hann segði, at hann hevði gingið alla náttina, og at tað var ógvuliga myrkt. Hann snoraði, men hevði tað gott. Og so longdist honum til mammu og pápa, men vildi fegin hava eina cola og eitt sjokulátustykki, sigur Henrik Jensen.
Alt Danmark hevur fylgt við leitingini eftir tríára gamla Holger, og sjálvt reportararnir megnaðu ikki at halda tárunum aftur, tá tað frættist um lukkuliga endan, skrivar dr.dk.