Jaguar fylgja SUV mótanum

So gott sum øll bilmerki hava í hesum døgum ein SUV (Sport Utility Vehicles) í síni skrá, og sjálvt Jaguar, ið eru best kendir fyri sínar luksus- og sportsbilar, arbeiða í loyndum við konseptbilinum XX, ið verður ein 4-hjólsdrivin SUV

Off-road er vorðin ein mótasøk. So gott sum øll bilmerki hava ein SUV (Sport Utility Vehicles) í síni skrá, sjálvt sportsbilar sum t.d. Porsche, við Cayenne, og Maserati, ið hava sýnt fram konseptbilin Kubang.

Tann næsti nýggi SUV verður helst frá Jaguar, sum í løtuni arbeiða í loyndum við konseptbilinum XX. Bilurin verður nokk í stíl við Mercedes-Benz R - ein frítíðarbilur ið verður drivin av øllum fýra hjólunum.

Tað er Ford-konsernin sum eigur Jaguar, so væntandi verður talan um eitt 4x4 system frá Volvo ella Land Rover, sum eisini hoyra til Ford-konsernina. Ongar tekniskar upplýsingar eru komnar fram um bilin, men á spiómyndini líkist hann einum upplyftum Jaguar S-Type stationcar.