Høvuðbrýggj
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fær nógv at hugsa um teir næstu dagarnar.
Tað er málið um fiskiloyvið hjá Jógvan S, sum fer at geva honum nógv at hugsa um.
Tekur hann fiskiloyvið aftur, ivast hann ikki í, at landsskassin fær endurgjaldskrav frá reiðaranum.
Men tekur hann ikki fiskiloyvið aftur, er vandi fyri, at hann verður koyrdur frá sum landsstýrismaður.
Tað er hendan knípan, sum fer at volda landsstýrismanninum í fiskivinnumálum høvuðbrýggj teir komandu dagarnar.
Tá ið Jógvan S varð keyptur, fekk reiðarin tilsøgn um fiskiloyvi. Men síðani hevur Landsstýrismálanevndin viðgjørt málið og hennara niðurstøða er, at fiskiloyvið var ólógligt, tí tá ið fiskimálaráðið skuldi rokna veiðirokuna út, brúkti tað skeivan roknihátt.
Veruleikin er, at Jógvan S hevur munandi størri veiðiorku enn bátarnir høvdu, sum eru farnir úr flotanum fyri hann.
Nakrar fáar dagar áðrenn Landsstýrismálanevndin var liðug at viðgera málið, útskrivaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jógvani S eitt fyribils fiskiloyvi.
Viga fyri og ímóti
Men nú má hann hugsa seg gjølliga um, antin hann skal útskrivað bátinum eitt endaligt fiskiloyvi ella um hann skal taka fiskiloyvið aftur.
Jacob Vestergaard sigur, at hann er greiður yvir, at sama hvørja støðu hann tekur kann tað fáa avleiðingar.
Hann sigur, at hann hevur biðið umsitingina í Fiskimálaráðnum viga fyri og ímóti og at meta um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av at taka fiskiloyvið aftur.
Í Sosialinum leygardagin segði Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, at tók Jacob Vestergaard ikki fiskiloyvið aftur, dugdi hann illa at ímynda sær, at hann framvegis var landsstýrismaður aftaná ólavsøku, skuldi samgongan vísa sama støðufesti í hesum føri, sum hon vísti, tá ið Helena Dam á Neystabø mátti frá og tá ið Jørgen Niclasen mátti frá.
Jacob Vestergaard er fullgreiður yvir vandan fyri, at misálit kann verða reist ímóti honum, tekur hann ikki fiskiloyvið aftur.
Tí er málið eisini politiskt heldur hann og møguliga fer hann at taka tað upp í samgonguni, áðrenn hann tekur støðu.
? Øðrumegin hava vit sostatt tær lógfrøðiligu avleiðingnarnar at taka fiskiloyvið aftur og hinumegin hava vit so tær politisku avleiðingarnar av at lata loyvið standa við. Alt hetta ksla vigast fyri og ímóti, áðrenn endalig støða verður tikin, sigur Jacob Vestergaard.
Annars vísir hann á, at eitt, sum kann gera tað trupult at taka fiskiloyvið hjá Jógvani S aftur, er, at sami rokniháttur er brúktur í fleiri øðrum førum.
? Skulu vit so eisini taka eini 30 onnur fiskiloyvi aftur, spyr hann?
Somuleiðis vísir hann á, at nú er roknihátturin broyttur, so at hereftir koma ikki fleiri mál av hesum slagnum fyri.
Annars heldur hann, at hetta er ein spurningur um lógfrøði, har løgfrøðingarnir í fiskimálaráðnum ikki eru samdir við løghfrøðingarnar hjá landsstýrismálanevndini.
Og tað er sjálvsagt ein spurningur um avgerðir frá landsstýrismálanevndini skulu fylgjast treytaleyst, hóast hann sjálvur hellir tann vegin, tí hann ásannar, at avgerðir í landsstýrismálanevndini eiga at viga nógv.
Men hví bíðaði tú ikki við at geva Jógvani S fyribils fiskiloyvi til landsstýrismálanevndin var liðug?
? Jógvan S fekk tilsøgn um fiskiloyvi fyri seinasta løgtingsval og tað er bindandi. Tað var eisini óvist, nær landsstýrismálanevndin fór at vera liðug. Og slapp Jógvan S ikki til fiskiskap, var eisini vandi fyri, at hann fór at krevja endurgjald fyri mista fiskitíð og sostatt mista inntøku, tá ið hann frammanundan hevði fingið bindandi tilsøgn um fiskiloyvi.