Jacob og Elsebeth sleppa ikki aftur í landsstýrið

Eftir at samgongan týsdagin varð klinkað samanaftur, er greitt,at Fólkaflokkurin má finna sær nýggj landsstýrisfólk. Gitt hevur verið, at løgmaður fór at bakka frá avgerðini um, at tey bæði ikki sleppa aftur í landsstýrið. Men tað ger hann ikki.

– Nei, tann avgerðin stendur við og verður ikki broytt, sigur Bárður á Steig, løgmaður.

– Hatta var nokk ikki brot á lógina, men hatta var í øllum førum at tamba hana, sigur løgmaður.

– Tað verður ikki góðtikið, at fólk leggja landsstýrissessin frá sær við slíkum endamáli – og so koma aftur í starvið.

Og tá løgmaður stendur við sítt, so er einki at gera hjá Fólkaflokkinum – uttan at finna tvey nýggj fólk til størvini.

Sum skilst er opið stríð innanhýsis í Fólkaflokkinum – sum rokið um landsstýrissessirnar eisini er eitt úrslit av.

Tá Annika Olsen atkvøddi fyri málinum um sammøður, var tað fyrstu ferð, at nakar í Fólkaflokkinum hevur atkvøtt fyri rættindum til samkynd. Og tað nívir hjá fleiri av oddafólkunum í Fólkaflokkinum, og fyri at forða Anniku Olsen at atkvøða við 3. viðgerð, løgdur tey bæði tingsessirnar frá sær. Men tá Heðin Zachariassen so bað um farloyvi á tingfundinum, kom Annika Olsen innaftur í tingið. Tí kunnu vit siga, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard søgdu tingsessirnar frá sær til onga nyttu.

Og heldur Fólkaflokkurin fast við, at Annika Olsen ikki skal vera partur av tingmanning floksins, so mugu tey niður um nummar 10 á uppstillingarlistanum til seinasta val at finna landsstýrisfólkið – ella út um tingmanningina.

Eftir sum at Fólkaflokkurin hevur trý løgtingsfólk úr Norðoyggjum, so er hugsandi, at annað landsstýrisfólkið kemur haðani. Har kundi Gunvá við Keldu verið eitt boð. Hon er fyrrverandi borgarstjóri og hevur drúgvar royndir í býráðspolitikki. Systir hennara, Tóra við Keldu, kundi eisini verið eitt boð, tó at hon ikki hevur stillað upp í politikki.

Og ætlar Fólkaflokkurin at stykja støðuna í Havnini – uttan Anniku Olsen, so kundi Birgir Nielsen verið eitt boð. Hann er býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Havn og stillaði eisini upp til løgtingsvalið. Hann er útbúgvin innan fíggjarheimin, hevur verið stjóri í Havnar Timburhandli, starvast hjá P/F Krúnborg og verið nevndarformaður í Betri-samtakinum.

Skuldi onkur onnur kvinna komið upp á tal, so kundi Anita Vibergsdóttir á Tvøroyri verið ein. Hon er varaborgarstjóri á Tvøroyri, hevur stillað upp á listanum hjá Fólkaflokkinum, men seinast á listanum hjá Kristin Michelsen.

Helst fer tað at taka eina løtu hjá Fólkaflokkinum at fáa landsstýrismanningina upp á pláss, tí onkur má bakka og onkur má geva seg – og trupulleikin verður munandi størri, um flokkurin heldur fast við at halda Anniku Olsen uttanfyri.