Forsætisráðharravitjan
Tað vóru tveir vælhýrdir og eftir øllum at døma ikki sørt samdir stjórnarleiðarar, sum hittust til tíðindafund í Tinganesi mánadagin. Eftir ein væleydnaðan fund, har Anders Fogh Rasmussen og Anfinnur Kallsberg skrivaðu undir eina felags frágreiðing borðreiddu teir fyri øllum Føroya fólki niðurstøðuna frá fundunum í Nesinum mánadagin.
Anders Fogh Rasmussen: -Tað hevur frá byrjan verið mítt ynski at fáa skapt álit aftur millum Danmark og Føroyar og fáa ein virðiligan tóna í aftur viðurskiftini millum báðar ríkispartarnar. Eftir tær sera positivu og konstruktivu samráðingarnar við løgmann havi eg góðar vónir um, at hetta fer at bera til.
Danski forsætisráðharrin ger greitt, at tað er Føroya fólk, sum sjálvt avger sína framtíð. Um føroyingar ynskja sjálvstýri, fer danska fólkatingið sjálvandi at góðkenna tað. -So finna vit skilagóðar fíggjarligar og fyrisitingarligar loysnir fyri tí. Men eg skal ikki dylja fyri, at tað er støðan hjá bæði stjórnini og mær sjálvum, at vit vóna, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita ein ríkisfelagsskap, sum eg meti vera ein felagsskap millum trý javnbjóðis fólk, tað føroyska, tað grønlendska og tað danska.
Forsætisráðharrin vísir á, at vit liva í eini menningartíð, og tað er tí náttúrligt at nútímansgera Heimastýrið innan fyri karmarnar av Ríkisfelagsskapinum. Stjórnin fer tí at vera vælviljað fyri eini slíkari nútímansgerð av heimastýrinum og vil fegin tosa við føroyingar um, hvussu heimastýrið stigvíst kann átaka sær politisku, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av málsøkjum. -Vit hava tosað um nøkur ítøkilig mál og støðan hjá stjórnini er, at føroyingar kunnu yvirtaka mál innan fyri karmarnar av ríksifelagsskapinum í tann mun landssstýrið setir fram ynski um tað. Nógv av tí krevur so nýggja lóggávu í fólkatinginum, sum stjórnin fer at stuðla.
Anders Fogh Rasmussen sigur , at stjórnin er fús til at lata føroyingar yvirtaka løgreglu og rættarskipan, tá tað arbeiðið, sum longu er í gongd, er liðugt. Um ynski er um at yvirtaka flogvallarmálið og fólkakirkjuna, so er eisini grundarlag har at fara undir samráðingar við tí fyri eygað at finna skilagóðar loysnir.
-Eg havi skilt, at tað eisini er eitt ynski frá føroyskari síðu at kunna taka ábyrgdina av familju- og arvarætti, spurninginum viðvíkjandi útlendingalóggávuni og vinnulóggávuni.
Fyri øll økini havi eg sagt, at hóast tey í løtuni liggja uttan fyri Heimastýrislógina, so vil stjórnin ganga við til at fara undir samráðingar at fáa ta lóggávu, ið skal til eina yvirtøku, um hetta er eitt føroyskt ynski. Tað fer so at henda út frá tí prinsippinum, at í tann mun økini verða yvirtikin, so verður blokkurin lækkaður samsvarandi, soleiðis at fíggjarliga ábyrgdin kemur at liggja í Føroyum sigur Anders Fogh Rasmussen.
Ríkisfelagsskapurin
Hann vísir annars á, at tað er umráðandi at Ríkisfelagsskapurin hevur tað gott, og tí vilja danir eisini virða føroysk ynski um at yvirtaka mál. -Ríkisfelagsskapurin verður styrktur av at vit finna skilagóðar og pragmatiskar loysnir. Seta føroyingar tí við eina fólkaatkvøðu ynski fram um at gerast sjálvstøðug tjóð, so fara vit sjálvandi at virða tað. Men mítt ynski er, at vit kunnu varðveita Ríkisfelagskapin. Og hann verður sterkastur, tá føroyingar sleppa at yvirtaka tey mál, sum eru innan fyri karmarnar av hesum felagsskapi.
Danski forsætisráðharrin sigur, at teir hava einki ynski um at halda fast uppá nakran, sum ikki ynskir at vera saman við teimum. Men hann heldur tó, at tað eru so nógv søgulig, mentanarlig og familjubond millum føroyingar og danir, at tað er náttúrligt at halda fast um Ríkisfelagsskapin, men leggur aftrat, at tíðin er komin til at nútímansgera hann.
Tá talan er at finna ein leist at ganga eftir, tá málsøki skulu yvirtakast sigur Anders Fogh Rasmussen, at hann hevur ikki enn tikið støðu til, um tað rætta er at broyta Heimastýrislógina ella at gera lóggávu fyri hvørt einstakt øki sær, sum verður yvirtikið. ?Eg vil fegin lurta eftir, hvat føroyingar sjálvir vilja, men tað mest einfalda vil vera at broyta Heimastýrislógina. Og verður sett ynski fram um tað, so eru vit sinnaðir til tess. Men eg havi skilt, at føroyingar eru ymiskir á máli um tað. Eru ikki ynski um tað, so ber til at finna onnur modell.
Danski forsætisráðharrin vil annars hava føroyingar meira við í viðgerðina av uttanríkismálum, sum viðvíkja Føroyum. Tá tað eru altjóða samráðingar, sum hava beinleiðis týdning fyri Føroyar, so heldur hann, at umboð fyri Føroyar skulu vera við, hóast tað verður fólkatingið, sum í síðsta enda skal góðkenna møguligar avtalur.
Blokkurin
Tá tað ræður um blokkin úr Danmark, so er tað greiða meiningin hjá Anders Fogh Rasmussen, at hesin er ikki nøkur gáva til føroyingar men eitt gjald til Føroyar at rinda fyri uppgávur, sum eru uppgávur hjá Ríkisfelagsskapinum. Tí haldur hann ikki, at støddin á blokkinum skal lagast eftir, hvussu tað gongur í búskapinum. Gjaldið verður ásett eftir uppgávum, sum føroyskir myndugleikar útinna vegna Ríkisfelagsskapin.
Hann fegnast um, at tað gongur væl í føroyska búskapinum í løtuni men hann heldur ikki, at blokkurin skal minka fyri tað. ?Eg havi einki ímóti, at danski staturin sparir nakrar pengar, tá føroyingar yvirtaka, men tað er ikki okkara tørv fyri at kunna spara á fíggjarlógini tað snýr seg um, tá føroyingar vilja yvirtaka málsøki og gjalda fyri tey.
Uppá fyrispurning, hvar munurin millum politikkin hjá Nyrup stjórnini og nýggju stjórnini liggur sigur Anders Fogh Rasmussen, at tað er meira ein spurningur um, hvussu tónin er í samráðingunum. -Vit royna eina nýggja og konstruktiva leið, har vit fyrireika okkum gjølla og væl til at kunna vera partur í eini prosess, har føroyingar yvirtaka mál ? og har tað sjálvandi er upp til føroyingar sjálvar at taka avgerð um tað.
Danski forsætisráðharrin heldur ikki, at tað er nøkur orsøk til ósemju, konflikt ella fyri tað konfrontatión millum Føroyar og Danmark eftir hetta. -Um føroyingar vilja yvirtaka, so vilja vit medvirka. Tað er upp til føroyingar sjálvar at taka avgerð um tað og í tí anda vóni eg eisini, at eg havi lagt upp til positiv og konstruktiv viðurskifti millum londini.
Anders Fogh Rasmussen ger í hesum sambandi enn einaferð púra greitt, at tað nú verður upp til føroyingar sjálvar at avgera, hvat man vil yvirtaka ella ikki.
-Hetta má so blíva vera eitt innanhýsis føroyskt stríð, sum eg ikki ætli at leggja meg út í. Vit leggja okkum als ikki út í nakað føroyskt valstríð, tá vit siga, at vit vilja ganga bæði teimum føroyingum at møti, sum vilja yvirtaka nógv og teimum, sum ikki vilja fremja so nógvar yvirtøkur. Í báðum førum vilja vit medvirka til, at tað føroyska fólkið ynskir, verður fullført.
Løgmaður fegin
Løgmaður, sum er ovurfegin um útspælið frá donsku stjórnini (Sí eisini samrøðu við løgmann í Sosialinum týsdagin, blaðm.) vísir á, at við felags niðurstøðuni frá fundinum í Tinganesi mánadagin ber nú til hjá Føroyum at yvirtaka mál eitt fyri og annað eftir og er hetta eisini í tráð við málsetningin í tí sjálvstýrissamtykt, sum er gjørd á tingi.
-Vit síggja her ein praktiskan hátt at røkka longur á sjálvstýrisleið og vil uppgávan nú liggja heima í Føroyum. Tað er her arbeiðið skal gerast eftir at vit hava fingið staðfest, at hetta kann gerast í samstarvi við donsku stjórnina. Og tað eri eg sera fegin um at hava fingið staðfest. Løgmaður vísir á, at trupulleikin higartil hevur verið at fáa tey málini, sum ikki eru nevnd í Heimastýrislógini, við í tjakið um yvirtøkur og við hesum nýggja útspælinum frá donsku stjórnini er loyst upp fyri tí.