Fyribilstøl frá fólkaatkvøðuni í Suðursudan benda á ein greiðan meiriluta fyri loysing frá norðara parti av landinum. Í býnum Juba, sum verður høvuðsstaður í Suðursudan, siga nøkur av valstøðunum, at har atkvøddu meiri enn 90 prosent fyri at loysa. Tað almenna úrslitið kemur kortini ikki fyrr enn eina ferð í næsta mánað.
Sudanski forsetin, Omar al-Bashir, og flokkur hansara, NCP, hava sagt, at stjórnin fer at góðtaka úrslitið av fólkaatkvøðuni, sama hvat úrslitið verður.
Tann stóri spurningurin er sambært eygleiðarum, um stjórnin í Khartoum er sinnað at lata alt Suðursudan frá sær, tí nógv tann størsti parturin av landsins oljuríkidømi er har.
Leiðarin í Suðursudan, Salva Kiir, mælti í dag suðursudanska fólkinum til at fyrigeva fólkinum og stjórnini í Norðursudan fyri sorgarleikirnar undir borgarakrígnum, sum vardi frá 1983 til 2005.