Ja, sjálvandi skal kannast aftur til 2010

Hallbera West, stjórnmálafrøðingur, vísti í Útvarpinum í dag á, at ein kanning av føroysku fiskivinnufyrisitingini eigur í minsta lagi at fara aftur til 2010, tá ið makrelkvotan varð hækkað á fyrsta sinni. Og eisini taka 2011 við, har sonevnda minnilutasamgongan sat, við stuðli frá núverandi andstøðuflokkum.


Eg eri púra samdur. Mær vitandi var tað í 2011, at makrelkvotur fyrstu ferð vórðu býttar út við eini kunngerð. Og vit eiga m.a. at spyrja: Var yvirhøvur lógarheimild fyri hesum í gomlu lógini um vinnuligan fiskiskap - og um so er, hvar var tann heimildin?


Tað seinna politiska makrelbýtið í 2012 við kunngerð, hjá teimum flokkum, ið nú aftur sita í landsstýrinum - og sum Løgtingsins Umboðsmaður staðfesti ólógligt - fekk djúptøknar og avgerandi avleiðingar fyri øll rættindi og møguleikar hjá teimum, ið høvdu veiði- og fiskiloyvir í gomlu skipanini. Og fyri øll, ið vilja dríva vinnu, fyri alt samfelagið og fyri størstu virðini hjá tjóðini. Og fyri rættartrygdina hjá hvørjum einasta fólki í Føroyum.


Tí taki eg tað sum givið og sjálvsagt, at allir flokkar taka undir við at seta ein óheftan kanningarstjóra at lýsa og eftirkanna allar avgerðir, alt lógargrundarlagið og allar fyrisitingarligar grundgevingar og skjalfestingar í føroyskari fiskivinnufyrisiting i minsta lagi aftur til 2010.