Sær út til at alt kann henda í politikki. Ikki minst viðmerkingarnar, sum Jóannes Eidesgaard ger í svari til greinina: “Tingmanning Javnaðarfloksins gongur ímóti sínum egna formanni” bera boð um, at so er. At Jóannes nú er farin at ilskast inn á onnur, sum halda tað verða lítið sømuligt og løgið, at ein heil tingmanning gongur ímóti sínum egna floksformanni, ber tó prísin. Átti heldur harta sínar egnu.
Vónandi er hetta dupultspælið í pensiónsmálinum ikki eitt tilvitað polittiskt stunt frá Javnaðarflokkinum, sum hevur til endamáls at lýsa eina støðu, har ið øll hini ætlaðu at gera nakað ræðuligt og ósosialt, men Javnaðarflokkurin fekk alt aftur á beint. Eingin hevur jú enn havt møguleika at seta síni politisku merki á málið enn, uttan formaður Javnaðarfloksins og harvið Javnaðarflokkurin. Hinir flokkarnir hava enn ikki verið við í viðgerðini, sum Jóannes eisini sigur í svari sínum.
At onnur ikki hava arbeitt við broytingum í okkara pensiónskipan, eitt nú Bárður Nielsen, nevndi eg als einki um í greinini. Kenni tó einki til politiskar niðurstøður frá tí arbeiðnum, um hækkandi pensiónsaldur og mótrokningar frá fyrst tjentu krónu í pensiónini, soleiðis sum tað liggur í kortinum í Ólavsøkuppskotinum frá Jóannesari síðu.
Geri ikki meira við skrivingina um hetta mál á hesum sinni, men fari sum altíð at leggja upp til uppbyggjandi samstarv eisini pensiónsuppskotinum viðvíkjandi.