Álitið um kommunala javning er áhugaverdur lesnaður, men tað er eisini eldfimur lestur, sum kann elva til so nógv politiskt stríð bæði millum kommunur og landspolitiskt, at javningin missir javnvágina.
Um nakað skilagott skal fáast burtur úr krevst, at vit fólkavaldu fara undir orðaskiftið um javning við rætta hugburðinum. Javning snýr seg um at lata frá sær, har ein er sterkur, og fáa, har ein er veikur. Tað er ein samhaldsfastur hugsunarháttur, sum tó lættliga kann skeiklast, um kjakið um javningina t.d. fer ov nógv í smálutir.
Verða vit fyrst og fremst okkum sjálvum næst í hesari viðgerðini, so er vandi fyri, at vit gloyma upprunan til, hví vit yvirhøvur eru farin í holt við kommunalu javningina. Tá stendur bert eftir eitt endaleyst politiskt eljustríð, sum var betur ógjørt.
Tað hevur alstóran týdning, at vit fólkavaldu í hesum málinum fara yvirskipað til verka og halda okkum har, um tað skal eydnast at fremja hesa stóru verkætlanina.
Javningin verður í álitinum í høvuðsheitum býtt sundur í inntøkujavning og útreiðslujavning. Tað ber til at liða hesar høvuðstættirnar sundur aftur í óteljandi smálutir, sum kunnu elva til politiskt rumbul og eina javningartilgongd, sum at kalla ongan enda fær.
Tað er ein spurningur um bæði hjá smáum og stórum kommunum at vera rættvís og rímilig í sínum ynskjum og krøvum í javningartilgongdini. Hvussu nógvar greinar og javningarbólkar skal javningarskipanin grundast á, er ein viðkomandi spurningur at seta sær.
Um tilgongdin verður eitt drúgt og gruggut politskt kjak, kunnu vit lættliga ímynda okkum, at einki kemur burturúr, ella at vit, tá ið av tornar, hava smíðað eina so torskilda skipan, at eingin skilir hana. Í londunum rundan um okkum ganga søgur um, at javningarskipanirnar eru so fløktar, at bara embætismaðurin, sum hevur gjørt hana, og hundurin hjá honum skilja skipanina.
Latið okkum í hesum málinum taka saman lógvatak og gera eina javningarskipan, sum er skilagóð fyri føroysku kommunurnar. Eina skipan, sum fær kensluna av rættvísi fram í okkum. Eina skipan, sum eggjar til virskisfýsni, hóast talan á summum økjum verður um stuðul. Týdningarmest er tó, at javningarskipanin verður gjørd til føroyskar umstøður, og at vit ikki smoyggja eina útlendska skipan niður yvir okkum.
Tað stendur ein avbjóðing fyri framman, sum bert kann loysast til fulnar, um vit fara virðiliga til verka.










