Jan Müller
-Eg haldi, at tað er uppá tíðina, at lønarviðurskiftini hjá tingmonnum verða endurskoðað, og eg haldi eisini, at uppskotið, sum Finnbogi Ísakson sum formaður hevur lagt fyri tingið, er á heilt góðari leið.
Jógvan Sundstein vísir á, at tá tosað verður um útreiðslur, so er uppskotið ikki nógv dýrari enn verandi skipan. Fæst ein nýggj skipan, so fæst alt í rætt lag. Tingmenn fáa tá rætt og slætt løn fyri at vera tingmenn. Teir skulu arbeiða fyri hesa lønina. Teir skulu ikki hava serligt gjald fyri nevndararbeiði og man regulerar gjøldini til at búgva uttan fyri Havnina til at vera so nær tí sum hetta veruliga kostar sum møguligt.
Harvið er tað rætt, at nakrir tingmenn koma at fáa minni enn teir fáa í dag, og nakrir fáa meira. Men tað er ikki órímuligt, tí teir skulu hava løn fyri starvið at vera tingmenn og í tí starvinum hoyrir so eisini skyldan til at gera alt tað, sum hoyrir til tingarbeiðið, tvs. møta á tingfundi, arbeiða í nevndum og haraftrat tey síðuarbeiði, sum er at hava politiskar fundir ol. runt landið.
Jógvan Sundstein heldur annars ikki tað er rætt, at blanda hetta málið við tingmannalønum saman við lønarsamráðingunum á arbeiðsmarknaðinum. -Tað er ein spurningur um at fáa henda partin av tí politisku skipanini at virka. Fyrrverandi tingmaðurin og tingformaðurin vónar tí, at uppskotið hjá núverandi tingformanni verður viðgjørt og viðtikið, soleiðis at vit fáa skipað viðurskifti í landsins parlamenti. Tað hevði verið okkum øllum at gagni í síðsta enda og politisku skipanini til heiðurs.










