Játtar at leingja varðhaldsfongsling

Tann 32 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 42 ára gamla Dánjal Petur Hansen, hevur játtað sjálvboðin at varðhaldsfongslingin verður longd í fýra vikur.

Í morgin eru 14 dagar síðan Føroya Rættur avgjørdi at varðhaldsfongsla skuldsetta í 14 dagar.

Eingin rættarfundur verður í morgin í samband við leingjan av varðhaldsfonglingini av tí skuldsetta, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

– Skuldsetti maðurin hevur avgjørt - í samráð við sín verja -, at varðhaldsfongslingin verður longd í fýra vikur uttan rættarúrskurð, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini.

Avhoyringar og hoyringar verða framvegis gjørdar.

Viðvíkjandi teknisku kanningunum, so eru enn ongi úrslit komin aftur úr Danmark.

– Politiið vil framfegis fegin hoyra frá borgarum, sum halda seg vita nakað um málið eins og vit framvegis ynskja at hoyra frá fólki, sum hava sæð silvurlitta Skoda Fabia (hatcback)bilin hjá kuldsetta frá 3. novembur og 10 dagar fram, sigur Bergleif Brimvík.