Játtanin til heilsuverkið er ábyrgdarleys

Sjúkrahúsverkið 2007:

Sosialurin fór í gjár undir eina greinarrøð í trimum pørt­­um, har Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkra­húsi­num, hevur eina bersøgna gjøgnumgongd av støðuni í føroyska sjúkrahúsverkinum.
Í blaðnum í gjár umrøddi hann støðuna ímillum tey trý sjúkrahúsini og hann nem­ir við, hvussu leiðslu­bygn­aðurin á Landssjúkra­húsinum er ein forðing fyri at menna sjúkrahúsverkið.
Í øðrum parti, sum verður prentaður niðanfyri, vísir hann á, at játtanin til sjúkrahúsverkið er økt einar 100 milli­ónir, uttan at nakað er fingið burturúr av týdningi. Og í triðja parti vísir hann á, at ein broytt játtanarskipan kundi ført til kapping, so at brúkarin fær betri tænastu fyri lægri prís.

Eftir fólkatalinum er sjúkrahúsverkið í Føroyum eitt tað dýrasta í norður­londum. Men at halda fram at hækka játtina er sum at tveita pen­ingin út ígjøgnum vind­eygað, sum støðan er nú

Jákup Petersen, yvirlækni

2. partur

Játtanin til føroyska sjúkra­húsverkið økt umleið 100 milliónir krónur, uttan at nakað er fingið burturúr av týdningi. Vit liggja nú framm­arlaga í játtan, javn­mett við okkara grannar.
Seinastu 10 árini er játt­anin til Klaksvíkar Sjúkra­hús vaksin umleið 5 milli­ónir krónur. Játtanin til Suð­uroyar Sjúkrahús er vaksin umleið 10 milliónir krónur og játtanin til Lands­sjúkra­húsið er vaksin knappar 60 milliónir krónur.
Harafturat er uttan­lands­kontan vaksin so mikið nógv, at vit nú brúka meira enn 100 milliónir krónur meira um árið til sjúkra­hús­verkið, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani.
Hevur hesin vøkstur í játt­anini til sjúkrahúsverkið giv­ið ávøkstur? Ella er tað so, at hesin vøkstur, sum er væl meira enn tann samlaða játtanina til bæði Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús, ikki hevur givið tað úrslit sum politikarnir vónaðu?
Okkara sjúkrahúsverk hevur nú eina játtan sum er á leið við okkara granna­lond. Skulu vit nú blint játta meira pening? Higartil hev­ur økt játtan frá politikarum harafturat í summun førum verið brúkt til onnur enda­mál enn ætlað varð.
Vit hava lyndi til at sam­meta okkum við okkara granna­lond í hesum sam­bandi, men tað eru viður­skifti í teimum ymisku lond­unum sum gera, at tað er tor­ført at sammeta.
Taka vit tó seinastu tølini frá OECD, sær tað soleiðis út, tá ið roknað verður eftir, hvussu nógvur almennur pen­­ingur varð latin til heilsuverkið (her er íroknað sjúkrahúsverkið) í 2004, roknað fyri hvønn borgara:

Danmark33.800,- kr.
Finland21.740,- kr.
Føroyar27.152,- kr.
Svøríki31.400,- kr.
Ísland39.111,- kr
Noreg47.229,- kr.

Sama ár varð kostnaðurin fyri privata heilsutænastu um­roknað fyri hvønn borg­ara fylgjandi:

Danmark6.565,- kr.
Finland6.539,- kr.
Føroyar3.276,- kr
Svøríki5.577,- kr.
Ísland7.801,- kr.
Noreg9.374,- kr.

Soleiðis liggja vit hampu­liga fyri, tá tað ræður um hvussu nógv tað almenna letur til heilsuverkið. Noreg brúkar mest í kanningini av einhvørjari orsøk.

Okkara grannalond sam­meta ikki síni sjúkra­hús­verk, men gera síni egnu verk útfrá heimligum umstøðum og búskapi. Men í Føroyum verður ein ikki tikin í álvara um sammetingar ikki verða gjørdar við Danmark.
Um Danmark skuldið brúkt líka nógv til heilsu­verkið sum Noreg, skuldu teir hækka sína játtan til heilsu­verkið umleið 70 milli­ardir krónur og tað hava teir væl onga ætlan um. Tvørturímóti hvat politik­ar gera í Føroy­um, so gera danir eitt sjúkra­húsverk sum hóskar til teirra viður­skifti og bú­skap.
Hvørt land eigur sjálvsagt at hyggja eftir síni egnu serligu støðu og búskapi tá tað ræður um skipan av og játtan til heilsuverkið.
Hinvegin, so hava danir at enda tikið til sín, at teir eru aftast í norðanlondum tá ið tað kemur til tól og nýggjar viðgerðarhættir og eru farnir undir eina størri íløgu á hesum økinum. Í Før­oy­um er líknandi íløga gjørd á Suðuroyar Sjúkra­húsi og Lands­sjúkrahúsi­num og ætlanir eru frammi um, at gera tað sama á Klaks­víkar Sjúkrahúsi.
Tað sum veruliga er mun­ur á Føroyum og okkara grannalondum innan heilsu­verkið, er, at vit ikki eru kom­in við innan privatu heilsu tænastuna. Skuldu vit lagt okkum upp undir liðina á Danmark, skuldu vit brúkt umleið 13 milliónir krónur meira til privatar heilsutænastur.
Sammett við Noreg áttu vit at brúkt 30 milliónir meira til privata heilsu­tæn­astu. So tað sær út til, at tað fyrst og fremst er tann privati sektorurin innan heilsu­verkið sum skal styrkj­ast.
Tá ið tað kemur til sjálvt sjúkrahúsverkið, javnmeta vit okkum sum oftast við Dan­mark. Havandi í huga, at vit tá uttan iva meta okk­um við tað land í Norð­an­londum sum hevur vána­lig­astu úrslitini innan kanning og viðgerð, vil eg tó gera eina roynd.
Tey vánaligu úrslitini hjá Danmark eru eisini áhuga­verd í tann mun at norður­lendsk lond við lægri játtan til sjúkrahúsverkið enn Dan­mark hava betri úrslit. Her kann eg t.d. nevna Svøríki og Finland.
Verður hugt at livi­aldri­num í norðanlondum, fær Danmark aftur botnkarakter, og sjálvt um livialdurin hækk­ar, so hækkar hann skjót­ari í øðrum londum. Hinvegin verður ein ikki tikin í álvara um vit ikki meta okkum við Danmark. So lat okum gera eina roynd.

Føroysku útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið eru av teimum dýrastu í Norðanlondum. Bert amt og len í okkara granna­londum, við stórum og spesialiseraðum sjúkra­húsum, liggja undir liðini á føroysku útreiðslunum.
Útreiðslurnar til føroyska sjúkrahúsverkið kunnu met­ast á ymiskan hátt, men eg fari væl ikki heilt skeivur tá eg seti tær til umleið 550 milliónir krónur um árið. Vit eru umleið 48.000 borg­arar í landinum og gevur hetta soleiðis 11.458 krónur fyri hvønn borgara um árið.
Sambært danska Inden­rigs- og Sundhedsminister­iet, vóru í 2004 somu ú­treiðslur í Danmark 9.308 krónur
Hetta vil millum annað siga, at skulu vit verða sum Danmark so kunnu vit spara umleið 100 mió. kr innan sjúkrahúsverkið. Ella tað sama sum sum alt sjúkra­hús­­verkið er økt við sein­astu 10 árini.
Hinvegin kunnu vit eisini sammeta okkum við Køben­havns amt sum hevur eina sjúkrahús útreiðslu uppá 8.550 krónur fyri hvønn borgara. Um vit gera hetta verður sparingin umleið 140 milliónir krónur. Og tá liggja vit munandi omanfyri lond sum Finland.
Svenska Heilsustýrið upp­lýsir at í 2005 vóru teirra útreiðslur fyri samlaða sjúkrahúsverkið umleið 10.000 krónur fyri hvønn borg­ara. Sum dømi kann nevn­ast, at fyri Stock­holm­økið, sum tekur sær sera nógv av serviðgerðum frá øðrum lenum, so varð henda útreiðsla kr. 11.189 krónur. Hallands len varð nak­að bíligari og kostaði saml­aða sjúkrahúsverkið í hes­um leni 9.152 krónur fyri hvønn borgara.
Finland er so aftur bí­ligari. Og tað sum kanska kann gera Finland enn meira áhugavert er, at sein­astu 10 árini hava teir mink­að um samlaðu útreiðslurnar til heilsuverkiið frá 8,3 % til 7,4 % av BTÚ.

Hátturin at játta pening til sjúkrahúsverkið kann verða ein av orsøkunum til, at verkið er kostnaðar­mikið.
Játtanin sum verður brúkt í dag kann kallast ein rammu­játtan. Politikarnir játta eina upphædd til eitt sjúkrahús og vóna so, at hetta sjúkra­húsið fær sum best burtur­úr.
Tað er ikki lætt hjá teim­um at seta krøv í hesum sam­bandi. Svarið frá sjúkra­húsunum er vanliga ullint og kann ikki brúkast til at meta effektivitet, kvalitet og møguligar rationali­ser­ingar.
Tað liggur í áhuganum hjá sjúkrahúsinum at fáa rammujáttanina økta hvørt ár og í tí sambandi bera fram orsøkir sum tæna hes­um endamáli. Rammu­játt­anin ber ikki í sær nakran áhuga til at økja um effek­tivitet og kvalitet ella ratio­nalisera og økja tænastuna.

Farið verður alt meira frá rammujáttan til skipanir sum geva politikarum betri møguleika at verða umboð borgarna og at seta krøv.
Londini rundanum okkum eru farin frá rammujáttanini sum einasta játtanarhátt. Royndir hava verið gjørdar við at gera serligar kontur innan rammujáttanina, sum takast kann av í samband við ávísar kanningar/við­gerðir út yvir tað sum van­liga verður gjørt.
Hesin peningur kemur so deildini til góðar og kann eisini brúkast til endurút­búgving o.t. Í summun før­um hevur hetta ført til størri engagement og produk­tivi­tet. Eyka deildarkontur, sum eru stýrdar av úrslitum eru eisini royndar. Her kann deildin fáa úr hesi kontu um hon framleiðir meira enn vanligt, og brúka tað til ymiskt á deildini og/ella úrslitar løn.
Ein annar háttur er so­kallaða kontraktstýringin. Játtandi mynduleikin letur eina upphædd til sjúkrahúsið beinleiðis við atliti at hækka talið á eini serligari við­gerð.
Eisini kann gerast ein skipan har peningurin fylgir sjúklinginum. Her er neyð­ugt at sjúkrahúsini ganga frá tí gomlu uppgerðini sum kallast seingjardaga­kostn­að­ur. Hetta kann jú ikki brúk­ast til nakað og sigur lítið um hvat aktivitet sjúkra­húsið hevur.
Um roknað verður eftir, hvussu nógv tað kostar at kanna og viðgera ymiskar sjúkur og skaðar, gerst tað lættari at roknað kostnaðin hjá sjúkrahúsunum. Í hesi skipanini er diagnosan í mið­deplinum. Sjúkrahúsið fær so pening alt eftir hvussu nógvar sjúklingar við ávísum diagnosum eru vornir viðgjørdir.
Henda skipan hevur tó stórar vansar. Sjúkrahúsini vilja undir hesi skipan hava sum stórsta áhugamál, at økja sín aktivitet við vanda fyri, at ov nógvar viðgerðir verða gjørdar. Játtanar­trygd­in viknar uttan at fram­leiðslan við vissu hækkar.
At enda kunnu játtandi mynduleikar og sjúkrahúsini heilt skiljast frá hvørjum øðrum. Undir rammu­játt­anini er tað í verunleikanum játtandi mynduleiki sum játt­ar til sín sjálvs.
Um sjúkrahúsini gjørdist t.d. sjálvsognar stovnar, kundi ein nevnd undir Lands­stýrinum, vegna borg­ar­nar, keypt tænastur frá sjúkrahúsunum. Nevndin setur so krøv um góðsku, virksemi, tænastu o.s.fr. Sjálvøum rakstrinum stend­ur tað síðani heilt til sjúkra­húsleiðslurnar at taka sær av.
Undir hesi skipan verða tað heilt greiðar spælireglur millum politikarar og sjúkra­húsini. Politikarnir seta, vegna borgarnar, krøv til sjúkrahúsini, men luttaka ikki í rakstrinum.
Meginparturin av oman­fyri nevndu skipanum eru enn ikki egnaðar til heilt at koma ístaðin fyri rammu­játtanina. Tað hevur tó stór­an týdning at hesar skipanir eisini verða brúktar í Føroy­um. At byrja við kann ein nútímansgjørd rammujáttan liggja sum botnur og oman á hesum skal so arbeiðast við skipanum so sum kon­trakt­játtan, peningur fylgir sjúklingi og við at skilja sund­ur millum játtandi myndug­leika og sjúkra­húsini.
Tað er av stórum týdningi at øll trý sjúkrahúsini fara burtur frá seingjardagaupp­gerðini og yvir til diagnosu­uppgerðina, so vit fáa kostn­aðin fyri kanning og viðgerð av tí einstaka sjúklinginum við tí einstøku diagnosuni. Sum nú er ber illa til at sam­meta virksemi á føroysku sjúkrahúsunum.
Harafturat er tað neyðugt, at vit fáa tamarhald á støð­uni viðvíkjandi viðgerð utt­an­lands. Soleiðis at tað eis­ini her verður gjørd kostn­aðarmeting fylgjandi diag­nosuni fyri, at tann deild sum tekur viðgerðir heim bein­leiðis kann rokna út hvussu nógvur peningur fylgir við. Fyrst tá kemur áhugi og ferð á heimtøku av viðgerðum.

Tveita vit hvørt ár 100 mió. av skattakrónum út gjøgnum vindeygað?
Tað er helst ongin ivi um, at einhvør øking í játtanini til tað føroyska sjúkrahús­verk­ið eru peningur út av vind­eyganum, sum støðan er nú.
Vit hava onga ætlan um hvat vit vilja við verkinum, vit hava onga ætlan um hvørjar sergreinir vit skulu hava í Føroyum, vit hava ong­ar ætlanir um hvørjir yvir­læknar skulu verða í Før­oyum, vit hava onga ætlan um hvussu vit skulu reka tey trý lógarfestu sjúkra­húsini, so tey virka sum sjúkrahús og vit hava als onga ætlan um hvussu vit skulu liva upp til polit­iska viljan at hava trý væl­virkandi sjúkrahús í Føroy­um.
Sostatt eru tær 100 mió kr. sum sjúkrahúsverkið higar­til hevur fingið í øktari árligari játtan, stórt sæð givn­ar út við vón um, at okk­urt gott spyrst burturúr.
Hesin háttur at játta al­mennan pening er rættu­liga ábyrgdarleysur og átti ikki at verið í einum fram­komnum samfelagi.