Tann 22 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri trý dráp og fýra drápsroyndir í grønlendsku bygdini Nutaarmiut, játtaði seg sekan í øllum skuldsetingunum, tá hann var grundlógaravhoyring í Upernavik seinnapartin. Hann er nú varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Rættarfundurin í dag var fyri stongdum hurðum, og tí vil løgreglan ikki siga, hvat tann skuldsetti segði. Løgreglan kann tí heldur ikki upplýsa, um maðurin kom við nakrari grundgeving fyri tí, sum hann gjørdi.
Maðurin drap tvær kvinnur, sum vóru 75 og 31 ár, og eina átta ára gamla gentu. Harafturat særdi hann tveir menn, sum eru 81 og 32. Herumframt royndi hann at beina fyri einari 24 ára gamlari kvinnu og einum tvey ára gonlum drongi, men tey sluppu óskalað frá hendini, sigur løgreglan.