Forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelagi, Jórun Høgnesen (húkandi longst t.h. á myndini) væntar, at tað fer at ganga væl at avgreiða fyrsta FM-róðurin á Norðoyastevnu.
Í Klaksvík og í Havn hava vit tann fyrimunin, at vit hava FM-róðrar á hvørjum ári, staðfestir Jórun Høgnesen, sum heldur, at tað gevur nakrar fyrimunir í mun til, bara at fyrireika róðrar annað- ella triðja hvørt ár.
Forkvinnan í Klaksvíkar Róðrarfelagi harmast tó um, at tað bert eru trý 10-mannafør og trý 8-mannafør, sum hava meldað til tann fyrsta FM-róðurin.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Jórun Høgnesen.