Jørleif Kúrberg og Poul Mohr vitja undirhús

Mánadagin verður føðingardagshald í undirhúsinum á Toftum, sum verður opið allan hendan dagin. Tá er eitt ár liðið, sum undirhúsið gjørdist veruleiki og læt upp.

- Tað var hin 28. januar í 2012, at undirhúsið fyrstu ferð bjóðaði inn, og hóast eitt ár ikki er høgur aldur, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tiltakið við undirhúsinum á Toftum hevur víst seg at vera eitt plettskot.

Tað siga tey í Nes kommunu.

Undirhúsið á Toftum heldur til í kjallaranum í handlinum Hjá Pidda við Toftagjógv, har Posthúsið áður var.

Undirhúsið er opið bæði fyrrapart og seinnapart, og dagliga støkka einir 20-30 menn inn á gólvið. Prátið gongur lystiliga, og ymisk ítriv eru á skránni.

Á eitt ára degnum mánadagin fær undirhúsið vitjan úr høvuðsstaðnum, tá tveir góðir og kendir havnarmenn koma at vitja. Hesir eru Jørleif Kúrberg og Poul Mohr, sum støkka inn á gólvið seinnapartin hendan dagin.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, ætlar sær eisini at vitja í undirhúsinum mánadagin.

Um stuttu søguna aftan fyri undirhúsið á Toftum er at siga, at tað var Bátafelagið á Toftum, sum tók stigið, og tað er Bátafelagið, sum hevur ábyrgdina av hesum góða tiltaki.