Jørgen vil hava fullveldissamgongu

Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at besta boðið fyri politiskum stabiliteti er samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin Í gjárkvøldið slitnaðu samgongusamráðingarnar millum ABC flokkarnar, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði innleiðandi fund við Tjóðveldi og Miðflokkin. Tað bar við sær avtalu um at fara undir realitetssamráðingar. Fundur verður aftur nú fyrrapartin.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur nú, at hann heldur besta boðið fyri politiskum stabiliteti vera eina samgongu millum AEDH ella somu flokkar, sum skipaðu samgongu eftir valið í 2002 og hildu saman í tvey ár.

- AEDH flokkarnir meldaðu allir klárt út áðrenn løgtingsvalið, hvat teir vildu á sjálvbjargisleið, tí hevði verið sera spennandi fyri sjálvstýrisfólk, um fullveldissamgongan gjørdist veruleiki, sigur Jørgen Niclasen við heimasíðuna hjá partamanni sínum Jóanesi Nielsen.

Til saman hava AEDH 20 tingmenn aftanfyri seg.