POLITIKKUR
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur seg vóna, tá hann verður spurdur, um nýggja leiðslan í Fólkaflokkinum fer at broyta føroyskan sjálvstýrispolitikk.
- Mín vón er, at Fólkaflokkurin fer frá sambandsleistinum frá hesum valskeiðnum.
- Eg vóni eisini, at hann fer at gera upp við sæta seráhugamálunum, sigur Høgni Hoydal, ið vil vera við, at størsta tapið fyri føroyskan politikk er, at smáir maktbólkar stýra. Spurdur um dømi, nevnir hann mál á fiskivinnuøkinum og Skálafjarðartunnil, sum eftri hansara tykki hava fingið ov vítt rásarúm frá Fólkaflokkinum.
Men letur nýggja støðan upp fyri øðrum møguleikum í føroyskum politikki?
- Nú ljóðar tað kanska flosklasligt, men fyri okkum er politikkurin avgerandi, sigur Høgni Hoydal, ið leggur dent á, at framtíðarstøða Føroya er avgerandi.
- Vit vilja gera upp við skattapolitikkin og tann ábyrgdarleysa búskaparpolitikkin hjá núverandi samgongu.
- Tað veldst um, hvat tann nýggi formaðurin ger, men hann hevur ikki nógva tíð, sigur Høgni Hoydal.
Sambært bókini »Skjót journalistin« skal Jørgen Niclasen hava havt okkurt at gera við nakrar flakamaskinur, sum vórðu fluttar. Kann hugsast, at tit møguliga kunnu peika á Jørgen Niclasen sum løgmansevni?
- Tað kann eg ikki svara uppá, men fyri okkum er tað avgerandi, eins og tað var við Anfinn Kallsberg, at alt verður lagt á borðið, at alt kortini verða løgd á borðið, sigur tjóðveldisformaðurin.
Skal gera upp við siðvenju
Er tað positivt signal fyri tykkum, at tað varð tann eftir øllum at døma meira sjálvstýrissinnaði Jørgen Niclasen, ið gjørdist formaður, heldur enn Bjarni Djurholm?
- Nú skal eg ikki ger ameg til dómara yvir Fólkaflokkinum. Tað avgerandi er ikki einstakir persónar, sigur Høgni Hoydal, ið tó vísir á, at Jørgen Niclasen hevur eina traditión at gera upp við, og nevnir aftur »seráhugamálspolitikkin« og yvirtøkulógina, har orðingin “Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne« varð nevnt.
- Hetta eiga Føroyar at koma burtur frá, metir Høgni Hoydal.
- Jørgern Niclasen fær eina stóra uppgávu, sigur Høgni Hoydal, ið annars sigur seg ynskja nýggja fólkafloksformanninum hepna hond. M.a. fegnast Høgni Hoydal um, at Fólkaflokkurin nú eftri øllum at døma fer at miðsavna seg meira um sosialmál.
- Hann skal tora standa ímóti trýsti, sum eftir okkara tykki er farið tann skeiva vegin.
- Higartil hava vit havt tveir sjálvstýrisflokkar, ein høgra og ein vinstra. Men Fólkaflokkurin er blivin ein Sambandsflokkur, tað krevur nógv at broyta mynstrið.
- Tað svarar til, at toga seg sjálvan upp við hárunum, og tað er ikki lætt, sigur Høgni Hoydal.