Jørgen Niclasen: Neyðugt at hækka pensjónsaldurin

Tað verður neyðugt at hækka pensjónsaldurin og tað fara vit at gera.

Tað staðfestir Jørgen Niclalsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Men samstundis er eisini greitt, at tað er ikki semja í samgonguni um málið, tí bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin taka frástøðu frá tí.

Aksel V. Johannesen, tingmaður, hevur spurt landstýrismann um ætlanina, sum samgongan hevur lagt fram um at hækka pensjónsaldurin eitt hálvt ár næsta ár.

Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at hækka pensjónsaldurin, tí tað er neyðugt og tað fer samgongan at gera.

Kortini er ikki gjørt av, nær pensjónsaldurin hækkar og, hvussu nógv.

Hann sigur, at hann vónar, at pensjónsbólkurin, har allir flokkar eru umboðaðir, finna eina semju um tað.

Í hesum sambandi vísti landsstýrismaðurin á, at spurningurin um at hækka pensjónsaldurin er viðgjørt á samgongufundi og har var full semja um at pensjónsaldurin skal hækkast, men semja var ikki um, hvussu nógv, hann skal hækka, ella hvussu nógv.

Men tað eru týðiligar ábendingar um, at tað er farið at ridla undir semjuni.

Nú vísa fleiri tinglimir, eisini úr samgonguni, beinleiðis aftur, at pensjónsaldurin skal hækkast.

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi ger greitt, at hann tekur ikki undir við at hækka pensjónsaldurin.

Jenis av Rana, ger greitt, at tað verður ikki í eini samgongu við Miðflokkinum, at pensjónsaldurin hækkar.

- Skal tað gerast, skal tað gerast í eini breiðari semju í pensjónsbólkinum, sigur hann.

Og Jógvan Skorheim, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin ger greitt, at Sjálvstýrisflokkurin tekur heldur ikki undir við at hækka pensjónsaldurin.