Jørgen hálaði inn í Vágum

Sambandsflokkurin var langt frá tveimum valdømisvaldum í Vágoynni, og Jørgen Niclasen fekk eitt rimmarval. Sambandsflokkurin er kortini størst

LØGTINGSVAL

 
Jørgen Niclasen feldi fyri einum ári síðani tár fyri opnum skíggja í løgtinginum. Men týsdagin vóru tárini ? um nakað ? gleðistár. Ùrslitið gjørdist 318 persónligar atkvøður. Hetta eru 59 atkvøður fleiri enn við seinasta val. Fòlkaflokkurin stillaði bert trý valevni upp í Vágum, og tað var tískil rúmligt hjá teimum trimum valevnunum. Samlaða úrtøkan hjá Fólkaflokkinum gjørdist 532 atkvøður, og hetta er ein framgongd áljóðandi trý prosent.
Javnaðarflokkurin hevði eina lítlan framgongd í Vágum, men flokkurin var langt frá at røkka einum valdømisvaldum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Marjus suverenur
Sambandsflokkurin lá í einari veljarakanning til at fáa tveir valdømisvaldar tingmenn í Vágoynni, men tað var langt frá tí týsdagin.
À listanum hjá Sambandsflokkinum var tað Marjus Dam, ið gjørdist tryggur á fyrsta plássinum. Hann fær nógv flestar atkvøður hjá flokkinum í Vágoynni, men fekk kortini persónliga 37 atkvøður færri hesaferð í mun til valið í 2002.