Jørgen fegnast um vápnahvíld í Gaza

- Eg fegnist um, at vápnahvíld er fingin í lag, soleiðis at fólkið í Ísrael og Gaza kann liva í vónini um frið. Steðgurin gevur báðum pørtum andarúm og møguleika at umhugsa, hvussu teir framyvir vilja loysa ósemjurnar sínámillum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri

Ehud Olmert, ísraelski forsætisráðharri boðaði leygardagin frá, at Ísrael fyribils steðgar hernaðarligu atsóknunum í Gaza, um Hamas gevst við rakettálopum á Ísrael. Stutt eftir hetta boðaði Hamas somuleiðis frá, at teir fyribils steðga álopunum á Ísrael. Sostatt er í løtuni vápnahvíld.

- Eg fegnist um, at vápnahvíld er fingin í lag, soleiðis at fólkið í Ísrael og Gaza kann liva í vónini um frið. Støðan hjá fólkinum í Gaza er í løtuni serstakliga vánalig, tí har er bráðfeingis tørvur á neyðsynjar vørum og læknahjálp. Nú ófriðurin er steðgaður, kunnu hjálparfelagsskapirnir sleppa inn í økið at veita palestinska fólkinum hjálp, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, í tíðindaskrivi.

Uttanríkisráðharrin er tó greiður yvir, at støðan millum partarnar framvegis er spent:

- Steðgurin gevur báðum pørtum andarúm og møguleika at umhugsa, hvussu teir framyvir vilja loysa ósemjurnar sínámillum. Tað áliggur tískil ein stór ábyrgd á báðum pørtum at sýna hóvsemi og vilja til eina friðarliga loysn, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.