Jónas: Ronaldo bað meg fara fram

FSF Varpið: Hoyr her millum annað hvat Cristiano Ronaldo segði við Jónas Tór Næs

Høgri bakkurin á landsliðnum, Jónas Tór Næs hevði ein strævnan dyst í taptinum fyri Portugal, men væntar eisini ein harðan dyst ímóti Andorra

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Ímóti Andorra koma vit nokk at hava bóltin nakað meir enn vanligt, og vit ætla okkum heilt víst at vinna. Men tað krevur hart arbeiði, sigur Jónas Tór Næs við FSF Varpið.

 

Les eisini: (Vit gita liðið) Ein broyting

 

Fyrrapartin leygardagin hevði føroyska A-landsliðið seinastu venjingina undan HM-undankappingardystinum ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 17:00.

 

Les eisini: (Andorra) Mugu ikki gera mistøk

 

Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Jónas Tór Næs, sum væntandi byrjar á vøllinum sunnudagin, og harvið spælir sín landsdyst nummar 52 fyri Føroyar.

 

Les eisini: Vit spæla við trimum í miðverjuni

 

- Eg havi spælt móti nógvum stórum stjørnum, men tað er kortini ikki nakað eg hugsi um, meðan dysturin er í gongd. Ronaldo var øgiliga góður ímóti okkum, og ta einu ferðina bað hann meg bara fara longur fram, tí teir fóru at vinna dystin alíkavæl, fortelur Jónas Tór Næs.

 

Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 17. Rás2 byrjar at senda upptakt klokkan 14.