Jóna gjørdist bert 5 ár: Mamman koyrd sum lærari, tá hon gjørdist »baptist«

Í gamla kirkjugarði eru nógvar barnagravir. Summar av teimum hava stein. Ofta hava hesi børn eina spennandi ættarsøgu. Jóna er eitt teirra

Foreldrini hjá Jónu vóru Jóhannes Edvard Joensen (1871-1937, ættaður av Sela­trað, og Maria Magdalena (1874-1960) úr Havn. Maria fekk læraraprógv longu sum 19 ára gomul, og hon kom at arbeiða sum lærari í Mikladals sókn 1893-1900. Tað var her, hon hitti Jóhannes, sum búði á Trøllanesi hjá pápabeiggjanum Mikkjali í Innistovu. Pápi hansara var Elias, men hann gifti seg til eitt festi á Selatrað.

Koyrd sum lærari, tá ið hon lata seg doypa
Maria var ein sermerkt kvinna. Hon er komin í okkara skúlasøgu sum vist einasti lærarin í Føroyum, sum varð uppsagdur vegna tess, at hon gjørdist "baptist" og lat seg doypa. Tað er greitt gjølla frá hesum í Tórshavnar Skúlasøgu.
Tá graml hoyrdist um, at hon hevði meira samband við Brøðrasamkomuna enn hildið var at gott var, varð hon spurd av skúla­myndug­leikunum um hetta. Tá sendi hon skúlakommisiónini bræv dagfest 19. apríl 1914, har hon skrivaði:
»Herved vil jeg meddele skolekomissionen om, at jeg i dag er døbt i Ebenezer.«
Hetta gjørdist eitt sera eldfimt mál hjá skúla­kommis­siónini. Tað var umrøtt bert at taka møguleikan at undir­vísa í kristni frá Mariu. Men her var ført fram, at hon »i høj Grad er agitatorisk anlagt, og man kan med god Grund befrygte, at hun vil paavirke Børnene i baptistisk Retning.«
Maria kundi sloppið við at farið úr sínum fasta starvi og fyribils lønt einum vikari, meðan málið gekk sína gongd, men hon hevði ongan áhuga í nakrari neyðloysn. Fyri hana var hetta eitt avgerandi mál, sum endaði við, at hon varð uppsøgd.
Seinni hevði hon privat­skúla í Klaksvík. Maria var allar sínar dagar kend sum ein avgjørd kvinna. Ein søga um hana er, at tá ið hon fekk brøv frá fólki, sum ikki vóru so stinn sum hon í rættskriving, rættaði hon brøvini við reyðum blekki og sendi tey avstað aftur til sendaran!
Jóhannes var framvegis íðin kirkjumaður, og hann fekk børnini doypt, men sum frá leið komu øll teirra at hava ein týðandi leiklut í Brøðrasamkomuni.
Um Johannes verður annars sagt, at hann var kals­maður og snikkari. Millum annað var hann í 1915 við til at arbeiða uppá kirkjuna í Mikladali. Annars vóru pápi Johannes, Elias, og pápabeiggjarnir drívandi kraftin í fyrstu verkætlan við størri fiskiskipi í Norð­oyggjum, nevniliga Caprice.

Til gongu við posti úr Havn til Viðareiðis
Foreldrini hjá Mariu vóru Sigga og Conrad Nicolajsen. Konrad er serliga kendur sum postførari. Hetta var eitt annað arbeiði enn at vera postmaður í dag. Hansara uppgáva var at føra postin úr Havn inn í Eysturoynna og síðan til Norðoyggjar.
Rutan varð løgd soleiðis, at Konrad byrjaði túrin í Tinganesi. Haðani gekk hann niðan á Hvítanes. Av Hvítanesi varð hann fluttur við báti inn á Toftir. Víðari gekk leiðin til Søldarfjarðar, har hann avgreiddi postin hjá sýslumanninum. Síðan fór hann norður til Viðareiðis og heim aftur sama veg.
Hetta mundi ofta vera buldrasligt. Postførarar høvdu skyldu til at bera upp til 50 pund. Lønin fyri ein slíkan túr var 10 krónur.
Pápi Conrad var Nicolaj Nicolajsen, ættaður av Skála. Hann var beiggi Niels Skaale, upprunaliga eigaran av Skálatrøð. Conrad átti eisini nógva jørð, nevniliga omanfyri Konradsbrekku, sum hon var kallað fyrr, nú Gríms Kambansgøtu.
Maria áttu trý systkin, hvørs ætt eisini er kend í Havn. Brøðurnir vóru Tom Nicolajsen og Niklái Skála, millum annað kendir sum fergumenn í Havn. Systirin Agnas var gift við Jógvan Jensen av Strondum. Teirra eftirkomarar eru millum onnur tey sum hava á Dul og Sundstein til eftirnavn. Systkini hjá Mariu eru fyrr umrødd í hesi røð.

Mistu trý børn
Maria og Johannes fingu seks børn. Trý av teimum doyðu sum smá. Tey vóru Jógvan Martin, 1903-1908, Conrad føddur í 1905, hann gjørdist bert 18 dagar gamal og Jóna, 1909-1915. Tey eru uttan iva jarðað saman. Mynd er av krossi á grøvini við øllum trimum nøvnunum. Tann krossur, sum nú stendur, er so komin seinni. Har er bert navnið á Jónu á.

Systkini blivu gomul
Hin trý børnini hjá Mariu og Jóhannes vóru Conrad f. 1907, Sigurd f. 1910 og Jóna f. 1917. Conrad og Jóna vórðu uppkallað eftir teirra deyðu systkin.
Conrad og Sigurd fáa báðir eina nokk so drúgva umrøðu í bókini hjá Mikkjal Helmsdal »...verjir fyri Havnarvág.«
Conrad var á arbeiðs­markn­aðinum í heili 70 ár til hann gjørdist 85 ára gamal. Conrad fór til skips heilt ungur. Hann var eisini motor­passari. Men hann fór seinni á Keypmannaskúla í Danmark. Conrad arbeiddi fyrst hjá H.N. Jacobsens bókahandil. Seinni fór hann at arbeiða hjá Christian Holm Jacobsen, og hetta førdi til, at hann gjørdist stjóri á Shell.
Her var eftirlønaraldurin lágur, so eftir at hann varð eftirløntur hjá Shell, arbeiddi Conrad eitt hálvt arbeiðslív hjá Marr, Aksel Mortensen.
Sigurd, sum fekk sær navnið Berghamar, fór ikki til skips, men hann fór at arbeiða hjá Kjølbro, tá ið hann var liðugur við skúlan. Aftaná fór hann at arbeiða í Sjóvinnubankanum. Hann fekk tuberklar, sum mong tá í tíðini, og hann var eisini á Sanatoriinum fleiri skifti.
Í 1939 fór Sigurd at arbeiða hjá Landshandlinum og var hann har alla krígstíðina við teimum avbjóðingum, sum hetta førdi við sær.
Í 1945 fór Esmar Fuglø at selja olju, og førdi hetta seinni til Esso. Her kom Sigurd at arbeiða restina av síni arbeiðstíð. Sigast kann at brøðurnir báðir gjørdust kappingarneytar!
Meðan brøðurnir vóru giftir, var Jóna ógift. Hon arbeiddi stóran part av síni tíð hjá Føroya Van­lukku­trygging. Hon var kend sum eitt sera gott fólk, sum livdi fyri at hjálpa øðrum, og sum var kend fyri sítt trúfesti.
Hetta er bert ein lítil partur av tí, sum kann sigast um ættina hjá lítlu Jónu.

Keldur annars:
Rúna Berghamar
Gunnvør Justinussen
Postsøgan
J. Símun Hansen


Komandi partur
verður um Dánjal Paula Nysted frá Norðskála. Hann misti tveir synir og ein fostur­son við Kristinu í 1920. Í 1924 doyði hann aftur­komin av skipi av sjúku í Havn og varð jarð­aður í gamla kirkju­garði