N-Jón hevur annars verið virkin innan yrking í mong ár, og longu í byrjanini av 1970-unum kom hansara fyrsta yrking á prent í 14. september. Umframt at skriva yrkingar, hevur N-Jón skrivað ella týtt tekstir til hópin af føroyskum sangum, bæði verðsligir og andaligir, hetta bæði á føroyskum, enskum, donskum og svenskum.??
Innihaldið í »Deyðin er allastaðni ú á døgum« er breitt, men eru nøkur gjøgnugangandi høvuðstema sum til dømis happing, kynsligur ágangur og um Miðeystur, har N-Jón serliga leggur dent á rættin hjá palestinum til at kunna kalla seg eitt fólk í egnum landi.
Samstundis viðgerð hann sjálvt kríggið og sjálvmorðsatsóknirnar við teimum ræðuligu fylgjum hesar kunnu hava fyri tey óseku á báðum síðum. Vápnaídnaðurin fær eisini ein undir vangan.??
Yrkingasavnið kostar 120 krónur og ferð helvtin av inntøkuni av savninum til KRIS. Ætlanin hevur verið at latið peningin til “Í menniskjum góður tokki”, men ístaðin hevur forlagið latið eina eingangs upphædd, tí tíðin gjørdist so knøpp.