ÚTISETI
Fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin endaði hjá Jón Róa Jacobsen á skaðastovuni á sjúkrahúsinum í Hvidovre:
- Tað fóru nógvar hugsanir ígjøgnum høvdið, tá ið eg sá, at tað bløddi úr knænum, sum eg áður hava verið krossbandsskaddur í. Ta ferðina var eg burturi frá fótbólti í næstan eitt ár. Pínan var ógvuslig.Neyðugt var at taka fýra pentur í, men tíbetur verður sagt, at talan bara er um dygt slag, og at hvørki krossbandið ella liðbondini eru skadd. Læknin sigur seg rokna við, at eg kann vera við, tá ið Frem hósdagin fer at spæla toppdyst í Haderslev. Men í løtuni havi eg ilt við at ímynda mær, at tað fer at bera til. Knæið er ógvuliga hovið, og eg fái so at siga ikki sett beinið undir meg.
Tað er Jón Rói Jacobsen, sum er í telefonini. Sunnudagin vunnu hann og liðfelagarnir í Frem á heimavølli 4-2 á Ølstykke. Úrslitið ber við sær, at Frem styrkti sína støðu í toppinum. Í 69. minutti var Jón Rói so mikið skaddur, at hann noyddist av vøllinum. Orsaka av skaðasteðginum legði dómarin sjey minuttir afturat vanligu leiktíðini.
- Eg var farin framvið, og tað var í nærdysti væl inni á hálvuni hjá Ølstykke, at samanbresturin var so mikið óheppin, at tað ikki bar mær til at spæla meiri. Í dag fari eg út í Frem. Læknin hjá okkum fer at hyggja upp á knæið, og eg vóni sanniliga, at tað ikki er annað enn pína eftir dyggan samanbrest, sigur Jón Rói Jacobsen.
-Eg orki næstan ikki at hugsa um, hvussu tað hevði verið, um eg aftur nú hevði havt verið álvarsliga skaddur.