Venjarin hjá AaB; Erik Hamrén hevði tikið avleiðingarnar av tí tøttu dystarskránni hjá AaB. Í mun til liðið, sum vann 2-0 á Esbjerg mánakvøldið, vóru tað heili 10 leikarar á vøllinum, sum ikki byrjaðu inni ímóti Esbjerg. Teirra millum vóru Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen. Tað var bara Danny Califf av teimum føstu monnunum. Jón Rói og Súni leiktu í verjuketuni. Tað var langt ímillum teir stóru kjansirnar, og eftir 120 minuttir stóð framvegis á jøvnum 0-0. Í brotssparkkappingini skoraði Súni til 2-1 til AaB. Men einasti syndarin í brotssparkkappingini var Thomas Enevoldsen hjá AaB. So Vejle vann dystin 5-4, og eru teir komnir í fjórðingsfinaluna. Á liðnum hjá Vejle var gamli kenningurin Ulrik Balling, sum hevði onkra naska roynd í dystinum. Um ikki annað, so fingu Jón Rói og Súni ein dyst á hægri støði. 4.000 áskoðarar vóru til dystin í Vejle.