Jón Rói nærri liðnum

Tveir av fremstu verjuspælarunum hjá Brøndby eru ikki førir fyri at spæla í Minsk í kvøld

BRØNDBY Í EUROPA CUP

Eins deyð er annars breyð, plagar at verða tikið til. Ikki minst í fótbólti er hetta galdandi. Nú Brøndby er í Hvítarusslandi, har teir í kvøld skulu verja 3?0 sigurin frá fyri fjúrtan døgum síðani ímóti Dynamo Minsk, eru tveir av verjuspælarunum so mikið skaddir, at tað ikki ber teimum til at spæla. Annar teirra er vinstri vongverjin Auri Skarbalius, og hin er Allan Olsen, sum plagar at vera vongverji í høgru.
Í donsku miðlunum verður roknað við, at Dan Anton Johansen verður vongverji í høgru, og at Kim Daugaard verður vongverji í vinstru í kvøld. Dan Anton misti miðverjuplássið, tá ið Brøndby fyrr í summar keypti svenska miðverjan Andreas Jakobsson. Síðani tá hevur Dan Anton verið vongverji, og hann hevur spælt sera sannførandi. Kim Daugaard er meiri framrættaður spælari, sum verður mett sum neyðloysn á vongverjanum.
Jón Rói Jacobsen hevur onkra ferðina loyst av á vinstra vongverja. Nú tveir av føstu verjuspælarunum ikki eru tøkir kann ikki roknast við øðrum, enn at føroyski landsliðsmaðurin er nærri liðnum, enn hann hevur verið síðstu vikurnar. Tað verður roknað við, at Auri Skarbalius verður burtur frá fótbólti í tríggjar mánaðir.