Jón Rói fingið nýggjan venjara

Svenski Erik Hamrén valdi ikki at halda fram sum AaB-venjari lokna kappingarárið, hóast hann førdi liðið fram til danska meistaraheitið.

Nýggjur venjari varð í dag kunngjørdur, og tað var 60 ára gamli Bruce Rioch, sum í 90-unum vandi fleiri Premier League-feløg. Eitt teirra var stórfelagið Arsenal.

Fram til í fjør vandi hann danska OB, men segði seg sjálvan úr starvi vegna familjutrupulleikar.

 

Erik Hamrén, sum gavst í AaB eftir hetta kappingarárið, venur nú norska Rosenborg. Har fekk hann eina stak vánaliga byrjan, og í fyrstu uppgávu síni ruku hann og Rosenborg úr norsku steypakappingini, eftir at hava tapt fyri Kristiansund Ballklubb úr triðbestu deildini.