Jón Rói fær frið í 10 dagar

Læknin hjá AaB sigur, at Jón Rói Jacobsen fer at koma skjótt fyri seg aftur, eftir at hann fekk ein løst í knæið á venjingarlegu í Turklandi.

 Jón Rói kann taka tað róligt. Krossbandið heldur, men hann hevur fingið ein snudd í knæið, sum skal fáa frið fyri fyrst, sigur læknin Søren Kaalund.
 Nú skal Jón Rói halda frí í einar 10 dagar, og so fara vit at hyggja nærri eftir skaðnum og hvussu hann skal venja uppaftur. Tað nýtist ikki at taka langa tíð hjá honum at koma fyr seg aftur, sigur hann við heimasíðuna hjá AaB.