Jón Rói aftur í Brøndby

Men Todi Jónsson verður ikki á FCK liðnum, sum sunnudagin skal taka lut í innandura kapping í Brøndby

ÚTISETAR

 
Í dag er fyrsti arbeiðsdagurin í hesum árinum hjá Toda Jónsson og liðfeløgunum í FCK. Sunnudagin verður fyrsta arbeiðsuppgávan á skránni. Tá skal FCK saman við flestu av hinum feløgunum í superliguni luttaka í innandura DM kapping í Brøndby høllini. Talan er um kapping, sum tey seinastu árini er vorðin fastur táttur í danska fótbóltsárinum.
                      Øll feløgini í superliguni uttan tvey hava boðað frá luttøku. Randers FC og FCM hava givið avboð. Tað ber við sær, at tvey tey fremstu feløgini í næstbestu deildini fara at taka lut. Tey eru Horsens og Frem. Jón Rói Jacobsen er millum teir ellivu, sum skulu umboða Frem í Brøndby. Tað visti heimasíðan hjá Frem at siga í gjár. Um Johan B. Hansen verður millum Horsens spælararnar var ikki greitt í gjár.                      Todi Jónsson segði á heimasíðu síni fyri jól, at hann tey seinnu árini ikki hevur verið