Jón er fegin um at spæla aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Jón Krosslá Poulsen fegnast um at verða á leikvøllinum aftur aftaná arbeiðsskaða

Tvær gleðiligar, menniskjaligar hendingar vóru í samband við effodeildina í dag. Tann fyrra var, at allur hópurin hjá HB gav sær tíð at vitja ein trúgvan fjeppara, sum liggur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og hin var, at Jón Krosslá Poulsen (myndin) aftur var at síggja á leikvøllinum fyri Víking.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jón Krosslá Poulsen aftaná 4-0 sigurin hjá Víkingi á B68 fyrr í dag.

 

Tað var ein stór løta fyri Jón Krosslá Poulsen at sleppa at spæla aftur og verða skiftur inn, og hann er sera fegin um móttøkuna hann fekk frá Víkinga-fjepparunum. Hann staðfestir, at heilsustøðan er góð, nú manglar bara at innstilla kanónina betur, so hann fær mál næstu ferð. 

 

Um dystin staðfestir framherjin úr Vági, at teir í Víkingi máttu brúka ein hálvan tíma at koma í gongd, men eftir tað sá tað gott út.