Seinnapartin fríggjadagin fer nýggja Rás 2 at senda fyri fyrstu ferð, og mánadagin verður farið undir nýggju sendiflatuna á rásini. Millum tey, sum skulu standa fyri nýggju útvarpsstøðina, eru tveir rættiligir útvarpsprofilar.
Í mai mánaði varð Jón Brian Hvidtfeldt kosin Ársins journalistur í Føroyum, og útvarpsmaðurin úr Fuglafirði skiftir nú til Rás 2 at arbeiða. Eisini útvarpskvinnan Elin Winther Poulsen skiftir úr Sortudíki og í Vágsbotn at arbeiða fyri nýggju útvarpsrásina.
- Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg, og eg havi tikið við hesi avbjóðing, nú hon stóð mær í boði. Uppgávan var ov spennandi at siga nei til, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, sum tók prógv sum journalistur í 2004 og hevur arbeitt í Útvarpinum hjá Kringvarpinum síðani.
- Tað er áhugavert at sleppa at royna nakað nýtt og verða við til at byggja eina útvarpsstøð upp frá nýggjum, sigur Elin Winther Poulsen, sum hevur útbúgving sum løgfrøðingur og hevur tikið journalistisk fak á UCLA í USA. Hon hevur starvast í Útvarpinum seinastu fimm árini.
Leggja frá landi
Fyri nøkrum vikum síðani keypti Miðlavarpið útvarpsrásina Rás 2, og síðani hevur verið arbeitt við at fyrireika nýggju rásina, sum fer at halda til í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Eisini fer útvarpsrásin at hava studio í Klaksvík.
1. oktober var almenni yvirtøkudagurin av Rás 2, og fríggjadagin verður yvirtøkan markerað við eini móttøku í Miðlahúsinum. Í tí sambandi verður sent beinleiðis úr Miðlahúsinum, og mánadagin verður so farið undir nýggju sendiflatuna á Rás 2.
Rás 2 fer at hava eina fyrrapartssending frá klokkan 9 til 12 hvønn dag, og seinnapartin verða bæði Ynskiløta og nýggjar sendingar. Harafturat verður meira orka løgd í tíðinda- og aktualitetspartin á rásini.
Fleiri miðlar
Rás 2 verður partur av miðlavirksemi, sum eisini umfatar blaðútgávu, internet og aðrar miðlar, og júst hetta er nakað, sum ljóðar spennandi í oyrunum á nýggju útvarpsfólkunum.
- Eg gleði meg til at koma inn í eitt spennandi umhvørvi við fleiri miðlum, ið helst skulu smelta saman. Við eini útvarpsstøð afturat einum blaði og interneti, eru enn fleiri møguleikar at arbeiða við fleiri miðlum samstundis. Harafturat er Miðlahúsið í Vágsbotni eisini eitt spennandi hús, sum hýsir nógvum tiltøkum. Alt hetta er við til at gera avbjóðingina spennandi, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
- Rás 2 skal verða ein livandi útvarpsstøð, sum eisini slær ígjøgnum í Sosialinum, á internetinum og í dagliga kjakinum. Tíðindi, kjak og aktuelt tilfar skulu hava góða rúmd á rásini, eins og ítróttur og mentan. Harafturat skal Rás 2 eisini verða frísk og stuttlig at lurta eftir, heldur hann.
- Vit hava møguleikan at byggja eina útvarpsstøð upp frá grundini, og hóast Rás 2 fer at hava eina fasta skrá, so skulu eisini verða møguleikar at broyta skránna, um okkurt serligt hendir. Skráin skal verða fleksibul, sigur Elin Winther Poulsen
Fara frá góðum arbeiðsplássi
Bæði Elin Winther Poulsen og Jón Brian Hvidtfeldt siga, at tey hava trivist væl í Útvarpinum, og at skiftið til Rás 2 fyrst og fremst byggir á, at her er talan um nakað heilt nýtt.
- Eg havi havt tað gott í Útvarpinum, og eg fari at sakna fólkini, sum eg havi arbeitt saman við har. Men avbjóðingin at verða við til at byggja eina nýggja útvarpsstøð upp er sera spennandi, sigur Elin Winther Poulsen.
- Eg havi havt trý spennandi og lærurík ár í Útvarpinum. Eg havi trivist sera væl í Útvarpinum og havi havt góðar starvsfelagar. Men nú eg fekk møguleikan at royna nakað nýtt, var tíðin komin til at skifta. Eg síggi stórt potentiali í Rás 2, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
Elin og Jón Brian hava verið starvsfelagar í fleiri ár, og avgerðin um at skifta til Rás 2 gjørdist lættari fyri tey, tá ið tey bæði valdu at skifta til nýggju útvarpsstøðina.
- Eg og Elin kennast væl frá Útvarpinum, har vit hava verið starvsfelagar, og vit hava arbeitt væl saman. Hon er stuttlig at arbeiða saman við, og vit hava dugað væl at útnytta styrkirnar hjá hvørjum øðrum, sigur Jón Brian.
- Vit tíma væl at gera útvarp, og hetta er eitt spennandi høvi at sleppa at gera nakað nýtt, sigur Elin.
Móttøkan hjá Rás 2 verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjadagin frá kl. 15.00 til 17.00, og móttøka verður eisini í Pegsus í Klaksvík týsdagin millum 15.00 og 17.00.