Jólatræið úti í Heiðunum av um tvøran

Annars er skilið gott á Skálafjørðinum, og nýtt træ er ávegis, sigur borgarstjórin í Runavík.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, skrivar á facebook um ringa veðrið, at hetta er nakað tað ringasta, ið hann hevur upplivað á fjørðinum í hálva øld.

 

Helst sipar hann til, at Høgaberg sleit, og at jólatræið, ið varð tendrað leygardagin, er farið av um tvøran.

 

Við in.fo sigur Torbjørn Jacobsen í kvøld, at gott skil er annars á Skálfjørðinum.

 

- Lítið og onki er hent á landi, og talan er um langan fjørð, men ongin streymur er, men nakað av aldu av vindinum, so ein bátur hevur slitið. Hesum hava fólk tikið sær av. Annars er gott skil, sigur Torbjørn jacobsen.

 

- Tað einsta av týdningi, sum hent er á landi, er at jólatræið er farið av um tvøran. Og hetta er aðru ferð, at hetta er hent. Vit fara tí at umhugsa aðra staðseting til træið, ið kanska er veðurbetri, sigur Torbjørn Jacobsen.

 

- Nýtt træ er longu bílagt, og eg meini tað kemur úr Íslandi, og okkum er lovað, at vit fáa tað mánadagin, so her verður borið skjótt at, sigur Torbjørn Jacobsen.

 

 

Myndirnar tók Torbjørn Jacobsen