Jólatiltak við barnakóri á Skála

Ein áhugabólkur hevur tikið stig til eitt hugnaligt jólatiltak í ?Mullers-húsi?, sum er eitt gróthús á keiøkinum á Skála. Tiltakið byrjar kl. 17 sunnudagin. Hugnaligu gomlu húsini á Skála eru hampað og pyntað við ljósperum uttan og nógvum jólapynti innan.

Sunnudagin verður nevniliga bjóðað til jólahugna, har barnakórið í Meinigheitshúsinum fer at syngja jólasangir. Høvi verður at keypa ein drekkamunn við vaflum afturvið, og eisini verður søla av dekoratiónum o.ø. jólalutum, sum børnini hava gjørt saman við fyriskiparunum.

Ágóðin av tiltakinum fer til barnakórið. Í barnakórinum eru 25 børn í aldrinum 3 - 14 ár. Tey venja hvørja viku og fara m.a. at syngja í kirkjuni á jólum.