Í kvøld kom Jólaskipið til Klaksvíkar 28. árið á rað. Tað vóru Niclas Heri Jákupsson og Emil Gunnarsstein, sum fyri 28 árum síðani gjørdu hugskot til veruleika, tá teir við báti pápa Niclas Hera komu siglandi inn eftir vánni í Klaksvík. Eisini tá vóru nógv fólk og tóku ímóti jólaskipinum.
–Vit væntaðu ikki nógv fólk fyrsta árið, men tá eg og Emil sum jólamenn, og okkara pápar sum manning, komu siglandi inn eftir vánni, blivu vit bilsnir, at so nógv fólk vóru møtt upp, sigur Niclas Heri Jákupsson á Facebook vanga sínum.
Tiltakið var so mikið væl eydnað, at tað bleiv ein fastur táttur í Klaksvík - og tá eigarnir og manningin á Ågot bjóðaðu seg fram at vera ein partur av tiltakinum, fekk tað bein at ganga á.
–Nógvir eru jólamenninir, sum hava hjálpt til øll hesi 28 árini, og nógv hava hjálpt og stuðlað - bæði privatpersónar og vinnulívið. Klaksvíkar Hornorkestur hevur verið ein hollur stuðul øll árini, eins og Klaksvíkar kommuna við umsiting altíð hevur eggja og stuðla hesum tiltakinum, og sjálvandi Norðlýsið eisini, sigur hann.
Í 2004 fingið vit Ársins Rósu inn í tiltakið, við íblástri frá Lægens Bord, sum í sjónvarpssending deildi "Månedens buket" út. Ársins Rósu setur fokus á persónar, sum í sínum stilla hava gjørt vælgerandi arbeiði. Eisini her hevur vinnulívið í Klaksvík stuðla og hjálpt, sigur Niclas Heri Jákupsson.
–Í dag eru fleiri jólaskip runt landið, og tað er bara at gleðast yvir, at onnur hava tikið táttin upp, leggur hann afturat.
Dávur Winther hevur tikið myndirnar










