Jólaskipið seinkað

Jólaskipið hjá Tórshavnar kommunu er seinkað eina viku. Orsøkin er maskinbrek Í faldara, sum Tórshavnar kommuna hevur sent í hvørt húsarhald í kommununi, stendur, at Jólaskipið skal koma á Havnina sunnudagin 13. desember, Men nú vísir tað seg, at Jólaskipið hevur fingið maskinbrek, sum má rættast áðrenn skipið kann koma.

Í staðin kemur Jólaskipið á Havnina leygardagin 19. desember

Hivegin verða Jól í Miðbýnum skotin í gongd nú leygardagin klokkan 10, og evnið fyri hugnanum er í ár ?Frosturin bítur, men eingi eru køld?.

Klokkan 16 verður stóra hátíðarhaldið í sambandi við, at jólatræið á Vaglinum verður tendrað.

Havnar hornorkestur spælir, Tórshavnar manskór syngur, borgarstjórin heldur røðu, og eisini vitja sløkkilið, jólamenn og vættrar.