Jólamaðurin á skí úr Finnlandi

Stórur jólamarknaður verður í Ósáskúlanum leygardagin við sølu, tivoli, kappingum, pony-ríðing, djóragarði, tónleiki og felagssangi.

Leygardagin vitjar jólamaðurin børnini í Klaksvík. Tá verður stórur jólamarknaður við alskyns hugna, jólasølu og undirhaldi. Tiltakið byrjar á ferjuleguni, har hestar, klæddir í jólastási, saman við jólavættrum fara at ríða niðan í Ósáskúlan. Børnini kunnu ríða í skúlagarðinum, og inni í hitanum verður mangt spennandi á skránni. Øllum kunnugt kemur jólamaðurin úr Finnlandi. Heilt har norðuri í Botnisku víkini. Hagar fara børnini úr 8. a í Skúlanum við Ósánna at vitja í januar komandi ár. Tá eru jólamenninir vónandi komnir aftur so 8. flokkur fer óivað bert at hoyra snorkini frá teimum.


Norðurlendsk skúlaítróttarlega

At 8. a er so heppin at sleppa til eitt so forkunnugt stað sum til býin Syotekeskos norðuri í Botnisku víkini, kemst av luttøku okkara í norðurlendskum skúlaítróttarsamstarvi. Tann árliga skúlarenningin er eisini partur av hesum samstarvi. Næmingarnir fara at luttaka saman við javnaldrum úr Danmark, Svøríki, Norra og Finnlandi.


Skapa vinarbond

Tað er altíð mennandi hjá ungfólki at taka lut í slíkum samstarvi. Tey fáa kunning um grannatjóðirnar og knýta vinabond millum tjóðir og mentanir. Hetta kann eisini seinni kveikja áhugan fyri norðurlendskari samvinnu. Okkara ungdómur er væl fyri málsliga, tá ræður um norðurlendsk mál, og tað vísir seg at vera lætt at laga seg til bæði norskt og svenskt. Tað er eisini ein avbjóðing at skula tosa hesi mál. Henda langa ferðin er eisini ein spennandi avbjóðing. Tað verður flogið úr Føroyum til Danmarkar og hagani til Helsinki. Úr finska høvuðsstaðnum verður aftur farið við flogfari til Oulo, og síðani við bussi til býin har, stevnan verður.

Tað er kalt og víkin er fryst til. Myrkt er nærum alt samdøgrið, men hóast tað er økið kent fyri sínar skíbreytir og er eitt serliga vældámt stað hjá snidlingum á skí, so okkurt verður at liva upp til.


Fígging av námsferðini.

Vónandi fara øll at taka væl undir við tiltakinum leygardagin, tá 8. flokkur hevur jólamarknað. Næmingarnir selja lutaseðlar. Drigið verður kl. 14 um lutirnar á lutaseðlunum. Allur peningur, sum kemur inn leygardagin, fer óskerdur til ferðina hjá flokkinum.

Skráin fyri leygardagin er, at kl. 10.00 verður skrúðgonga av ferjuleguni við hestum, sum eru íklæddir nissubúnar. Nissur og vættrar ríða.

Í skúlanum ber til at keypa kaffi, the, saft og køkur. Tivoli letur upp við fiskibrunni, bóltkasti, seymsláing, leitan eftir gulli við meira. Eisini jólasøla letur upp við jólaprýði, umframt sølumarknaður við alskyns lutum.

Teknikapping verður, har børn kunnu tekna jólamyndir til kl. 12, og tríggjar tær bestu tekningarnar fáa vinning.

Djóragarður verður eisini, har øll møgulig kelidjór verða víst fram. Kl. 10.30 verður mat- og køkutombola og pony-ríðing., kl. 13.00 eru jólasangir, guittarspæl og felagssangur á skránni, og tá kemur jólamaðurin úr Finnlandi at vitja. Kl. 14.00 byrjar uppboðsøla og vinnarin í teknikappingini og lutaseðlavinnararnir verða funnir. Kl. 15.00 er tiltakið liðugt.