Veðrið var av tí allarbesta við eitt sindur av følvi og umleið null hitastigum.
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og Bjarni Bæk, dómpróstur, hildu røðu og ynsktu jólatíðini vælkomnari.
Heðin Mortensen endaði røðu sína við at biðja alla fjøldina rópa »Jólamaður tendra træið«, og tá hoyrdist vælkenda »HO-HO« uppi frá lyftini hjá Tórshavnar sløkkiliðsbili.
Jólamaðurin kom í leysari luft við einum ljóssvørði. Eftir einari løtu av spenningi, eydnaðist tað honum at tendra træið.
Í ár hevur jólatræið 100 perur fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Tórshavnar kommunu.