Jólalesnaður til landstýrið

Mikudagin handaði Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum, Bárði Nielsen álit um ætlaðu einskiljingina av Føroya Banka

Einskiljing

Mikudagin fekk Bárður Nielsen, landstýrismaður í fíggjarmálum, handað álit, sum nevndin í Fíggingargrunninum hevur gjørt. Álitið snýr seg um, hvussu einskiljingin av Føroya Banka best kann fara fram. Og sambært landstýrismanninum er talan um eitt sera gott arbeiðsamboð, nú einskiljingartilgongdin av álvara skal leggjast til rættis.
Til at gera álitið hevur nevndin nýtt corporate finance eildina hjá donsku Alfred Berg, sum er partur av ABN Amro samtakinum. Sum íløgubanki hevur hendan fyritøkan drúgvar royndir arbeiðum við prospektum. Hartil er ráðgeving frá SPEKT og Rasmussen & Weihe eisini fingin til vega. Hesar báðar seinastu nevndu eru grannskoðararnir, sum Føroya Banki nýtir.

Sjálvur staðfestir Bárður Nielsen, at talan fyrst og fremst er um eitt sera gott arbeiðsamboð, nú landstýrið skal leggja endaliga einskiljingarleistin til rættis.
- Hetta er sum so ikki nakað tilmæli um, hvussu ein einskiljing skal fara fram. Arbeiðssetningurin hevur verið at lýsa allar fyrimunir og vansar við ymsum modellum. Millum annað, hvørja ávirkan hesi hava á søluvirði, strategisku møguleikar bankans framyvir o.s.fr.
- At enda er alt hetta so lýst í einum sonevndum kriteriumsparametri. Hetta soleiðis at vit síggja, júst hvørja ávirkan ymsu modellini væntandi hava á ymsu atlitini, sum skulu takast í eini einskiljingartilgongd.
Vil tað siga, at hetta álitið á ongan hátt skal metast sum eitt tilmæli um, hvussu einskijlingartilgongdin skal verða?
- Tað er rætt. Hetta er fyrst og fremst eitt arbeiðsamboð, sum politiski myndugleikin fær útflýggja sum partur av metingargrundarlag sínum, sigur Bárður.
- Skal tosast um nakað tilmæli í øllum hesum, so er tað, at ein fullkomin einskiljingarleistur er klárur, tá vit fara í holt við at selja av ognini. Hetta soleiðis at fyrstu møguligu keypararnir eru fult greiðir um, hvussu tilgongdin skal verða. Og eisini at tað er ein samdur politiskur myndugleiki, sum fer undir hetta, soleiðis at støðugt kjak um møguligar broytingar í leistinum ikki tekur seg upp, meðan tilgongdin stendur við.

Jólalesnaður
Landstýrismaðurin leggur annars dent á, at enn er einki endaliga avgreitt viðvíkjandi einskiiljingarleistinum hjá bankanum. Heldur ikki, hóast tað í løgmansrøðuni varð sagt, at bankin skuldi einskiljast í fýra pørtum í 2006, 2008, 2010 og 2012.
- Tað er sjálvandi útgangsstøðið. Men koma vit fram til, at tað skilabesta er at avhenda alt í einum, so er tað eisini hugsandi. Fyrst og fremst, so ræður um at viðgera málið væl og virðiliga.
Og hvør verður so leisturin í hesari viðgerð?
- Sjálvur ætli eg mær so, at landstýrismenninir og einskiljingarnevndin skulu fáa eitt eintak av álitinum hvør áðrenn jól. Síðani verður væntandi sett hol á sjálva viðgerðina einaferð í januar mánaði. So fáa vit at síggja, nær ein endalig semja um leistin fyriliggur, staðfestir Bárður Nielsen at enda.