Eins og undanfarin ár fer Føroya Symfoniorkestur at hava familjukonsert í Runavík og í Tórshavn Á skránni verður jólatónleikur, ung tónleikafólk fara at framføra, 150 børn fara at syngja, og øll sleppa at syngja saman við stóra symfoniorkestrinum.
Konsertirnar verða í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 6. desember klokkan 16, og í Ítróttarhøllini á Hálsi í Tórshavn sunnudagin 7. desember klokkan 16.
Kostnaðurin fyri konsertina er 75 krónur.