Jólakonsert í Vestmanna mánakvøldið

Mánakvøldið tann 15. des. kl 20 verður konsert í Vestmanna kirkju.
Tað verður við Vestmanna Sangkóri við nøkrum sangarum úr Kvívík, barnakóri úr Kvívík, solistum og tónleikarum. Kári Bæk stjórnar Vestmanna Sangkóri, og Petra Iversen stjórnar barnakórinum, umframt at hon eisini er solistur.
Fleiri av sangunum verða við tónleiki, har tónleikararnir verða Heðin Kambsdal, orgul, Andrea Heindriksdóttir, floyta, Peder Riis Jensen, klarinett, Christine Andersen, fagott og Sunnuva Bæk, trompet.
Skráin fyri konsertina verður tann sama sum fyri konsertina í Kvívík dagin fyri í samband við 100-ára haldið fyri Kvívíkar kirkju.